- Bólturin er hjá dønum

Tað undrar okkum stórliga, at Landsstýrið ikki fekk upplýst leiklutin hjá Michael Rekling í sambandi við Den Danske Bank, tá vit vildu tryggja okkum at limirnir í kanningarnevndini vóru óvildugir. Nú skulu danir sleppa at eiga málið eina tíð aftrat, áðrenn vit seta teimum spurningar, sigur varaløgmaður

Tað vóru eygleiðaraumboðini í kanningarnevndini, sum heitti á Landsstýrið um at fáa svarað nøkrum spurningum, tá tað fyri umleið 14 døgum síðani kom fram, at Michael Rekling, skrivari í kanningarnevndini var inhabilur.

Síðani hava bæði danskir og føroyskir politikarar lagt seg út í málið, og nú tykist tað sum rættiliga ferð er komin á málið í Danmark.

Eilif Samuelsen er varaløgmaður í løtuni, Tað var hann eisini, tá eygleiðararumboðini vendur sær til Landsstýrið. Hann sendi skrivið til Frank Jensen, løgmálaráðharra, sum síðani sendi tað til formannin fyri kanningarnevndini.

- Fer landsstýrið nú ikki at biða donsku stjórnina svara, hví týðandi upplýsing um skrivaran og sambandið til Den Danske Bank, vóru hildnir aftur?

- Tað er ikki Landsstýrið sum hevur ein trupulleik í løtuni. Bólturin er hjá løgmálaráðnum og donsku stjórini, sigur Eilif Samuelsen.

Varaløgmaður sigur, at Landsstýrið fylgir við og metir um so hvørt, hvat hendir í málinum.

- Er tað ikki illa avstaðfarið, at Landsstýrið ikki fekk so týðandi upplýsingar til vega, áðrenn kanningarnevndin varð sett?

-Tað undrar okkum eisini stórliga, at vit hava verið hildin uttanfyri. Tá vit ikki kundu fáa dómarakanning, sum landsstýrið og Løgting vóru samd um var best, bedýraðu danir, at kanningarnevndin var eins góð og ein dómarakanning.

- Vit høvdu einki annað val, enn at trúgva teimumtá, sigur Eilif Samuelsen.

Hann sigur, at Landsstýrið gjørdi alt tað var ment, fyri at tað ikki skuldi verða nakað at seta niður á kanningina, so at føroyingar kundu hava álit á henni..

Tá tað nú vísir seg at habiliteturin ikki heldur, er tað so mikið meira óheppið, at løgmálaráðið sannførdu okkum um, at partarnir vóru óvildugir.

- Tað er greitt, at hetta fær okkum at vit seta knyklar í brýr, sigur Eilif Samuelsen.

Hann heldur samstundis at vit skulu vera varin. Tað er greitt at løgmálaráðharrin hevur ein trupulleika at berjast við. Um føroyingar leggja ov tíðliga út í málið, so er spurningurin, um danir ikki fara at skúgva trupulleikarnar yvir á okkum

Eilif Samuelsen sigur, at tað kortini ikki er nakað ivamál, at Landsstýrið fer at venda sær til donsku stjórnina, men hann vil geva donsku politikarunum og løgmálaráðharranum ein viku ella 14 dagar aftrat.

- Um nú Edmund Joensen, løgmaður, ikki er sinnaður at gera tað, hevur tú so heimild til tað?

- Tað er givið at vit fara at seta spurningar til løgmálaráðharran. Tað er einki at dylja, at Edmund Joensen vildi hava dómarakanning, men tá tað nú kemur fram, at kanningarnevndin ikki er óvildug, er løgmaður eins og aðrir áhugaður fyri, at alt kemur fram.

-Tað er eisini avgerandi fyri, um vit kunu hava álit á kanningini.

- Kemur kanningarnevndin til niðurstøðu, sum er okkum til fyrimunar, so hendir ivaleyst einki í málinum, men verður niðurstøðan vend móti okkum, so verður tað hvana verri enn áður, sigur Eilif Samuelsen.

Hann vísir á, at tíðin er um at ganga undan, og at vit ikki kevja dómarakanning nú, tí so verður málið er ov gamalt.

- Um so er, at niðurstøðan hjá kanningarnevndini ikki verður okkum til fyrimunar, sær tað út til at danir vilja fjala útyvir Den Danske Bank, er niðurstøðan hjá varaløgmanni.