Tað upplýsir Børsen.
Jensens Bøfhus samtakið hevur mist tvísiffraðar milliónaupphæddir hvørt ár seinastu fimm árini. Tilsamans hevur hetta verið eitt hall upp á yvir 220 milliónir krónur.
Bones-samtakið fer framyvir at hava við 39 matstovur og hevur 2.000 arbeiðspláss, verður sagt.
Tað er ikki greitt, hvat Bones hevur goldið fyri at yvirtaka matstovurnar hjá Jensens Bøfhus í Danmark.
Umframt matstovurnar í Danmark hevur Jensens Bøfhus tvær matstovur í Malmø og eina í Oslo.
/Ritzau/












