Sangkvinnan Bonnie Tyler váttaði fyrr í vikuni, at hon var innløgd og skuldi hava skurðviðgerð í tarmunum.
Boð komu um, at skurðviðgerðin hevði gingið væl.
Nú eru boð aftur komin um, at tað helst ikki hevur gingið heilt eftir vild. Miðilin Correia da Manha í Portugal ber tíðindini.
Boðini eru, at hon er løgd í eftirgjørt óvit. Miðilin skrivar, at sangkvinnan varð innløgd á sjúkrahús í Algarve tann 30. apríl.
Hóast Bonnie Tyler er 74 ár, vóru ætlanir um konsertir á Malta og í Týsklandi, og eisini skuldi á konsertferð í Europa.











