Um slakar tveir mánaðir kemur nýggja lógin um fosturtøku í gildi í Føroyum. Tað er ein lóg, sum loyvir kvinnum at taka fosturtøku upp til 12. viku í viðgongutíðini. Tað er tann lógin, sum hevur verið galdandi í Danmark síðani 1973.
Teir, sum eri ímóti nýggju lógini, hava tosað um at fáa meiriluta fyri at útseta gildiskomuna soleiðis, at stundir verða at gera eina aðra lóg.
Sambært Frihedsbrevet hevur formaður Miðfloksins, Steffan Klein Poulsen, roynt at fáa meiriluta fyri at leggja uppskot fyri tingið um at útsetal lógina. Tilsamans hevur hann savnað 15 undirskriftir, men honum væntar tvær undirskriftir.
Við Frihedsbrevet sigur hann, at teimum væntar tvær undirskriftir.
– Men eg trúgvi ikki, at vit fáa hetta fram, sigur hann við Frihedsbrevet.
Umframt Miðflokkurin hevur Fólkaflokkurin eisini staðið saman ímoti fríari fosturtøku. Men tað ger Fólkaflokkurin ikki longur. Bæði Fróði Magnussen og Fía Selma Nielsen vátta fyri Frihedsbrevet, at tey taka ikki undir við at broyta lógina um fosturtøku, sum er samtykt í Løgtinginum.
Soleiðis bendir alt á, at royndin hjá Steffani Klein Poulsen at fáa málið fyri tingið aftur, áðrenn lógin kemur í gildi, er miseydnað.
Tað vísir seg ofta, at tað er trupult at rulla stórar nýskipanir aftur. Eins og við lógini, sum loyvir fólki av sama kyni at giftast, sum varð samtykt við lítlum meiriluta á tingi, so tykist heldur ikki, at vilji er í Løgtinginum at rulla fosturtøkulógina aftur.
Sambært skránni hjá Løgtinginum fer tingið heim 19. mai. Fram til ta tíð eru sjey tingfundir á skrá.











