Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi eru saman við liðfeløgunum í Vali íslandsmeistarar í hondbólti 2026.
Tað stóð á gomlum nøglum á heimavølli í høllini í Hlíðarenda í Reykjavík í kvøld, tá FH var á vitjan fyri at spæla fimtu og avgerandi meistaraskapsfinaluna.
Liðini høvdu frammanundan vunnið tvær finalur í part. Í øllum fýra førunum var talan um heimasigrar. Tó var seinni heimasigurin hjá FH aftaná tvær ferðir longda leiktíð og brotskastskapping.
Í kvøld knógvaði Valur ein 27-26 sigur, og so kundu Allan, Bjarni og hinir í Vali stórfegnast saman við mongu viðhaldsfólkunum.
Í steðginum var Valur á odda 16-12. Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 3:3, 5:4, 10:6, 11:7, 14:9, 16:12, 17:15, 19:16, 19:19, 23:22, 25:23, 27:26.
Bjarni skoraði fýra mál, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist). Allan skoraði tvey mál, og tók sum vant síni tøk í verjuni.
Seinasta minuttin bleiv eitt sindur kaotiskt hjá Vali. Teir brendu brotskast, og FH slapp í álop. Men valsmenn yvirlivdu álopið, og so var sigurin heima.
Hetta er fyrsta meistaraheitið hjá Allani og Bjarna í Íslandi. Í 2024 var Allan tó við til at vinna European Cup, og sama ár gjørdist hann eisini steypavinnari við Vali.
Føroyavinurin, Petur Örn Sigurðsson hevur verið so vinarligur at tikið nakrar myndir av Allani og Bjarna við heiðursmerkjum og steypum.
Sæð við landsliðsbrillum er tað eisini sera jaligt, at Allan og Bjarni kunnu fyrireika seg til HM-undankappingardystirnar móti Bosnia-Hersogovina við einum meistaraheiti í viðførinum.
Fyri tey mongu hondbóltsáhugaðu á Strondum og Skála, og har á leiðini er tað eisini stuttligt, at StÍF hevur uppalt tveir íslandsmeistarar.
In.fo ynskir Allani og Bjarna hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.
##med2##
##med3##













