Borgarafundur í Bø

Mánadagin 26. januar kl. 19:30 skipar Visit Vágar saman við Sørvágs kommunu fyri borgarafundi í Bø

Visit Vágar hevur framløgu av ferðavinnulógini og ferðavinnuætlanum. Eisini kemur Fróðskaparsetur Føroya at hava eina framløgu um regenerativa ferðavinnu. Sørvágs kommuna skrivar, at hetta er í samband við eina altjóða verkætlan sum kallast Return, har hugt verður eftir hvussu ferðavinnustøð kunnu mennast á ein burðardyggan hátt.

 

Tað verða eisini borgarafundir um sama evni í Mykinesi, Gásadali og Sørvági. Meira kunning kemur seinni.