Borgarauppskot: Skal vera lættari hjá føroyingum at fáa abort í Danmark

– Tað hevði sjálvandi verið frægast, um føroyingar høvdu fría abort, so tað ikki var neyðugt at gera hetta borgarauppskotið, sigur Margret Nicksdóttir Strøm, ein av stigtakarunum til borgarauppskot, ið hevur til endamáls at hjálpa føroyskum kvinnum, ið vilja til Danmarkar at fáa sær abort.

Margret Nicksdóttir Strøm, sum býr í Aalborg, er ein av fimm uppskotsstillarum til borgarauppskotið um fosturtøku í Danmark til føroyskar kvinnur. Ein annar føroyingur er við í uppskotinum, Mille Henriksen, meðan hini trý eru danskarar.

»Fjern kravet om dansk CPR-nummer og bopæl for færinger, så de kan få foretaget abort i det danske sundhedsvæsen«

 

Soleiðis ljóðar eitt borgarauppskot, sum borgarar við atkvøðurætti í Danmark hava møguleika at atkvøða fyri. Um uppskotið fær 50.000 undirskriftir, áðrenn 180 dagar eru farnir, kann uppskotið roynast í Fólkatinginum.

 

Fimm uppskotsstillarar eru til borgarauppskotið, og ein teirra er føroyska Margret Nicksdóttir Strøm. Hugskotið til at gera eitt borgarauppskot kom aftaná eitt úttalilsi frá donsku forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen í juni, tá kvinnur í USA mistu rættin til fría abort. Tá skrivaði Mette Frederiksen, at hennara hjarta græt fyri gentum og kvinnum í USA.

 

– Tað irriteraði okkum, at hon skrivaði tað um amerikanarar, men einki sigur um føroyingar, sum jú heldur ikki hava rættin til fría abort. Vit eru hóast alt partur av ríkisfelagsskapinum, sigur Margret Nicksdóttir Strøm, sum saman við einari vinkonu fór at samla nøkur fólk at snikka borgarauppskotið saman.

 

– Tað hevði sjálvandi verið frægast, um føroyingar høvdu fría abort, so tað ikki var neyðugt at gera hetta borgarauppskotið. Men nú er veruleikin ikki soleiðis, og sannleikin er, at fleiri føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa abortina har, sigur hon í samrøðu við Sosialin.

 

LES EISINI: Sólvit skal ganga á odda fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum

 

Sum nú er, kunnu føroyskar kvinnur bara fáa fosturtøku í heilt serligum førum í Føroyum orsakað av strongu lóggávuni á økinum, sum er frá 1956. Av tí sama eru nógvar kvinnur gjøgnum ár og dag farnar til Danmarkar at fáa sær abort. Men tað er ikki bara-bara. Tí føroyskar kvinnur hava sum útgangsstøði ikki sama rætt til fosturtøku í danska heilsuverkinum, tí tað krevur danskt CPR-nummar og bústað. Tí skulu føroyskar kvinnur, sum ynskja sær abort, sjálvar gjalda fyri transport, logi, kost og fyri fosturtøkuna á einum privatsjúkrahúsi, sum í sær sjálvum kostar millum 6-10.000 krónur.

 

– Tað er ikki rætt, at man skal betala einar 10-15.000 krónur fyri at fáa sær eina abort. Sjálvandi skal tað gerast bíligari og lættari fyri tær kvinnurnar, sum ynskja tað, sigur Margret Strøm við Sosialin.

 

Skotið verður tí upp at strika hetta kravið um danskt CPR-nummar og bústað fyri føroyingar, so føroyskar kvinnur kunnu fáa abort í danska heilsuverkinum uttan kostnað.

 

Fyri at hetta borgarauppskotið skal fáa møguleika at koma fyri Fólkatingið, skulu 50.000 talgildar undirskriftir fáast til vega. Higartil hava 4644 fólk skrivað undir. 

 

##med2##

 

LES EISINI: Danska heilsumálaráðið drálar við svari um fosturtøku til føroyskar kvinnur

 

Margret Nicksdóttir Strøm, sum býr í Aalborg, er ein av fimm uppskotsstillarum til borgarauppskotið um fosturtøku í Danmark til føroyskar kvinnur. Ein annar føroyingur er við í uppskotinum, Mille Henriksen, meðan hini trý eru danskarar.