Borgarstjóri koyrir el-bil

- Eg meti hetta vera meira umhvørvisvinarligt, sigur Eyð Ellingsgaard

Hesaferð er tað borgarstjórin í Sørvágs kommunu sum svarar spurningum.

 

Hvat bilmerki koyrir tú?

 

- Eg koyri ein Audi.

 

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?

 

- El-bil.

 

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?

 

- Eg meti, at teir eru meira umhvørvisvinarligir, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar.