Borgarstjórin í Vestmanna í farloyvi

So tað verður varaborgarstjórin, sum tekur um stýrisvølin

Bjørg á Rógvi, varaborgarstjóri, tekur nú um stýrisvølin í Vestmanna í eina tíð. Myndin er av heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu

Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, ætlar nú at taka ein steðg frá býráðsarbeiðnum. Tí hevur hann søkt býráðið um at fáa farloyvi, og tað hevur býráðið gingið á møti. Pauli. T. Petersen sigur, at hann fer í farloyvi í tveir mánaðir, í mesta lagi. Og ímeðan hann er í farloyvi, verður tað varaborgarstjórin, Bjørg á Rógvi, sum fer at røkja starvið sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.

 

Pauli T. Olsen sigur, at hann fer í Farloyvi fyri at takast við ymiskt, sum liggur á láni, og ein møguleiki er eisini, at hann fer ein túr onkran túr við Vestmennningi – men tað er einki sum helst, sum er avgjørt enn.

 

Bjørg á Rógvi, varaborgarstjóri, tekur nú um stýrisvølin í Vestmanna í eina tíð. Myndin er av heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu