Botnstríð verður í Parkini í morgin

Fótbóltur: Herfølge fer ikki at spæla fyrrenn mánakvøldið, tá TV3+ vísir upperðina móti Esbjerg, og í Íslandi tykist avgerðin fara at falla í vikuskiftinum

Eftir meiri enn eina viku í tænastu hjá Allani Simonsen og landsliðnum, eru føroysku útisetarnir aftur í feløgunum, har teir vinna dagligu inntøkuna. Jákup Mikkelsen, Todi Jónsson, Julian Johnsson, Uni Arge og Jens Martin Knudsen fóru saman við Allani Simonsen av landinum í fyrradagin, og í gjár fóru Allan Mørkøre og Óli Johannesen ávikavíst til Íslands og til Danmarkar.

Onkuntíð hevur tað víst seg, at føroyskir landsliðsspælarar, sum arbeiða uttanlands, hava havt ilt við at spæla seg á felagsliðið, tá teir hava verið heima og tískil ikki hava tikið lut í felagsvenjingini. Men hesa ferð er tað bara hjá Toda Jónsson, at tað kann vera nakar ivi um, um hann verður millum ellivu teir fyrstu.

FCK skal sunnudagin spæla á heimavølli móti Vejle, sum í seks teimum fyrstu dystunum í ár bara hevur megnað tríggjar javnleikir, og talan verður tískil um einki minni enn botnstríð í Parkini. FCK hevur hvørki spælt væl ella fingið nógv stig, og tað er sjón fyri søgn, at teir hava havt ilt við at skora mál. Kim Brink sigst sita leysur í venjarasaðlinum, og í bløðunum hevur David Nielsen, ið Kim Brink sum venjari hjá OB í síni tíð so at siga uppfann sum superligu spælari, verið advokatur hjá venjaranum við at leggja skyldina fyri vánaligu úrslitini á summar á spælarunum.

Tað er eingin loyna, at teir í FCK hava roynt at lagt fótonglar fyri landsliðsluttøkuna hjá føroyska álopsspælaranum í felagnum, og so er spurningurin, um hetta hesa ferð fer at hava við sær, at Todi Jónsson, sum higartil hevur verið mest sum fastur makkari í álopinum hjá verjanum hjá venjaranum, hesa ferð verður settur á beinkin. Men tað talar Toda til fyrimunar, at hann er toppskjútti hjá FCK móti Vejle. Liðini hava spælt tólv ferðir móti hvørjum øðrum, síðani samanrenningin av B1903 og KB sá dagsins ljós, og Todi hevur skorað trý av teimum fjúrtan FCK málunum.


Sjónvarpið eigur avgerðina

Jákup Mikkelsen hevði frí frá venjing í gjár. Í Herfølge venja teir fyrrapartin í dag og aftur í morgin. Dysturin á heimavølli móti Esbjerg verður ikki spældur fyrrenn mánakvøldið. Sjónvarpsrásin TV3+ vísir hvørt mánakvøld klokkan seks føroyska tíð ein dyst í superliguni, og hesa ferð verður tað dysturin hjá Jákupi og teimum.

? Eg havi ikki tikið avgerð um tað enn, men tað kann væl vera, at eg fari ein túr í Parkina í morgin at hyggja at Toda og teimum, sigur Jákup Mikkelsen.

Esbjerg hevur staðið seg hampuliga væl á heimavølli, meðan tað hevur gingið meiri striltið á útivølli. Herfølge er tískil favorittur, men sum hjá landsliðnum, so hevur tað ofta víst seg at vera torført hjá Herfølge at standa seg, tá tað eru teir, sum skulu vera spælstýrandi.

Annað vikuskifti skal FCK spæla í Brøndby. Tað hevur verið eitt sindur av orðadrátti um, nær hesin dysturin skal spælast, tí Brøndby skal spæla í UEFA Cup komandi hóskvøld. Nú er avgjørt, at dysturin skal spælast annað mánakvøld, og tað er leiðslan í FCK eitt sindur fortørnað inná. Teir staðfesta, at tað er ikki kappingarnevndin, sum ger av, nær dystirnir skulu spælast, men heldur sjónvarpsrásin TV3+.

Óli Johannesen var undan fráferðini úr Føroyum ikki vísur í, um hann fór at fáa møguleikan á heimavøllinum í Aarhus móti OB, men tað er neyvan nøkur orsøk at vera so lítillátin hjá landsliðsmanninum, sum longu er vorðin álit í verjuni hjá AGF.


Spennandi í grannalondunum

Síðsta vikuskifti vórðu fleiri dystir spældir í næstbestu deildini í Noregi, men Kurt Mørkøre og hinir í Sogndal høvdu frí, tí Julian Johnsson var í Føroyum og tveir spælarar vóru á norska U-21 landsliðnum. Dysturin, sum sambært skránni skuldi verið móti botnliðnum Clausenengen, varð útsettur til komandi mikukvøld.

Men hóast Sogndal ikki spældi, so styrktu teir eitt vet um sína støðu. Kjelsås er eitt av liðunum, sum teir kappast við um uppflytingina, og hesir taptu 1?0 á heimavølli móti Lofoten. Oddaliðini Start, Haugesund og Lyn vunnu øll. Sunnudagin skal Sogndal á heimavølli spæla móti L/F Hønefoss, sum hevur 29 stig, og um føroyska liðið í norskum fótbólti megnar at vinna bæði henda dystin og dystin mikukvøldið, so eru teir í mesta lagið eitt stig frá næstfremsta plássinum, so tað er spennandi hjá teimum.

Í Íslandi skal ÍBV spæla í Keflavík, sum tað sigst, at Páll Guðlaugsson skal venja komandi ár. ÍBV hevur framvegis ein lítlan møguleika at endurvinna meistaraskapin, men so skulu teir vinna í 17. umfarinum, sum verður sunnudagin klokkan 14, í Keflavík, samstundis sum KR skal tapa á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, har Víkingur fer at stríðast fyri lívinum í bestu deildini. Og um tað skuldi lagað seg soleiðis, at KR tapti hesa ferð, so fáa teir í 18. og síðsta umfarinum ein nýggjan møguleika at vinna meistaraskapin.

Leiftur stríðist fyri at fáa fatur á triðja plássinum. Í morgin fáa teir vitjan úr Grindavík, og tað eigur at bera til hjá Jens Martini, Una og teimum at fáa trý stig.