Bowling
Ein teirra, sum hesar fyrstu dagarnar hevur verið at sæð í nýggju bowlinghøllini er danin, Martin Højager.
Hann er fyrrverandi danskur meistari, og hevur har umframt eisini roynt seg á danska landsliðnum, so talan er um ein mann, sum veit, hvat hann tosar um.
Seinnu árini hevur Martin tó ikki verið so øgiliga aktivur á sjálvari bowling-breytini. Orsakað av einum knæskaða, hevur hann lagt bowlingina á hyllina, men áhugan fyri ítróttini hevur hann tó ikki slept. Ístaðin starvast hann nú sum eitt slag av konsulenti, har hann selur sína vitan til teirra, sum fáast við at gera nýggjar høllir.
Fyri øll
Spurdur, hvussu tað ber til, at bowling er vorðin ein somikið væl dámd ítróttagrein, sigur hann, at orsøkirnar fyrst og fremst eru tvær.
- Tá bowlingin tók seg upp av fyrstan tíð, varð hetta fyrst og fremst roknað, sum ein ítrótt. Høllirnar vórðu ætlaðar feløgunum, og vart tú ikki limur í hesum, slapst tú ikki upp í part.
- Handilsligi parturin við einum felag, er tó ikki tann stóri, og tí er bowlingin í dag broytt til eitt umtikið frítíðarítriv. Tað er jú munur á, hvussu stórur umsetningurin er, um tað bert verða seldar nakrar pylsur til ítróttafólkið, ella um talan er eina heila matstovu, við øllum tí, sum hartil hoyrir.
At bowlingin so er vorðin somikið vælumtókt, tá atgongdin gjørdist lættari, kemst sambært dananum av, at hetta er ein ítrótt fyri øll.
- Líkamikið kyn, aldur ella førleika, so kunnu øll kappast í bowling. Við tað at talan ikki er um styrkisroynd fyri kroppin, kunnu børn kappast við vaksin, gomul sum ung kunnu dystast, og so er hetta eisini ein frálík ítrótt hjá rørslutarnaðum.
- Í Danmark er hetta til dømis ein væl umtókt ítrótt hjá fólki, sum situr í koyristóli. Til hetta hava tey eitt serligt stativ, sum kúlan verður løgd í, og so er bara at stilla stativið rætt, áðrenn kúlan verður send avstað.
Góð høll
Sum nevnt, so starvast Martin í dag sum konsulentur hjá nýggjum bowlinghøllum. Spurdur, hvat hann heldur um hesa høllina, í mun til aðrar, sum hann hevur verið við til at seta ígongd, svarar hann, at henda avgjørt er millum tær bestu.
- Vanliga siga vit, at ein høll við tíggju breytum ella færri er ein lítil høll. Hetta er sætta lítla høllin, sum eg havi verið til at opna, og hendan er avgjørt millum tær báðar bestu. At eg ikki sigi tann besta, kemst bert av, at her hava so nógvir trupulleikar verið av at fáa neyðugu loyvini. Hevði tað ikki verið, hevði eg helst sagt, at hendan var nummar eitt.
Minnist til tíðina
Annars letur Martin væl at hesum døgunum, sum høllin hevur havt opið.
- Sølan hevur í øllum førum verið sera góð, tí belægningurin av breytunum hevur verið omanfyri 90%. Vanliga siga vit, at um 70% av tímunum verða seldir, so er tað gott.
- Kanska er talan um eitt upplop, men eg rokni tó við, at undirtøkan framhaldandi fer at verða góð. Her er ikki so øgiliga nógv annað hjá ungdóminum at takast við, og so tykist mær eisini, at føroyingar hava fleiri pengar um hendi enn danir.
- Til dømis er hetta triðja dagin á rað, at hasar genturnar har yviri eru her, sigur hann og peikar yvireftir. ? Tað kemur nærum ikki fyri í Danmark, og tað eru fleiri dømi um, at so er.
Eitt seinasta hjartasuff hevur hann tó, áðrenn hann í dag setir kós aftur móti Danmark.
- Eg haldi, at tit í Føroyum mugu læra tykkum at koma til tíðina. Ein bowling-tími er 55 minuttir, og hann byrjar, tá bíleggingin er sett. Hava tit bílagt breytina til klokkan sjey, og koma eitt korter seinni, so hava tit bara 40 minuttir. Onkur hevur sagt, at hetta er tað, sum tit rópa »føroysk tíð«, men eg haldi tað vera spell, at tíðin soleiðis verður stytt, sigur fryntligi danin at enda.