Tónleikur
Leygardagin beint eftir miðdag fer Boys In A Band á pallin á Jelling Musikfestival. Hetta verður fyrsta konsertin hjá vónríka føroyska rokkbólkinum uttanfyri landoddarnar, og samstundis eisini byrjanin á eina konsertferð, ið telur tríggjar konsertir í Jútlandi og tvær í Keypmannahavn. Bólkurin, ið fyrr í ár varð valdur til besta nýggja bólk á Planet Awards, hevur vant nógv og er væl fyri, sambært sangaranum Pætur Zacharissen, ið vit fingu fatur á í telefonini av flogvøllinum í Vágum.
Á Atlantic Music Event spældi Boys In A Band seg beint inn í hjørtuni á nógvum av útlendsku gestunum. Millum hesar gestir var fyrireikarin av Jelling Musikfestivali, og luttøkan á festivalinum, kom soleiðis í lag, Boys In A Band eru í ár einasta føroyska navnið á Jelling Musikfestival og fara á pall kl. 12.45 leygardagin á pallinum Alfreds Bøveding.
Spot á Boys In A Band
Eisini fyrireikararnir av Spot Festivalinum í Århus vórðu sannførdir hatta eina kvøldið í Kagganum, og tí skal bólkurin tvær ferðir á pall á festivalinum. Leygardagin 2. juni lata teir pallin á Officerpladsen upp á seinasta festivaldegnum. Men sambært Pæturi Zachariassen sangara í bólkinum, so fara teir eisini á pall fríggjadagin 1. juni. Konsertin leygardagin á Officerspladsen er kl. 13.50 og sostatt er dagurin enn ungur, tá bólkuriin fer av pallinum, men ístaðin fyri at njóta tónleikin hjá hinum bólkunum, ið spæla á Spot leygardagin fer Boys In A Band til Keypmannahavnar, har ein konsert í Operaen á Christiania er á skránni. Tað er føroyski promotarin í Keypmannahavn, ið skipar fyri hesi konsertini, og á henni luttekur eisini íslendski trubadururin Petur Bén.
Í døgunum millum festivalarnar báðar í Jútlandi spæla Boys In A Band eina konsert í Føroya Húsinum í Keypmannahavn hóskvøldið 31. mai.
Fara varisliga fram
Nógvur áhugi er fyri Boys In A Band í tónleikavinnuni í Danmark, og hesar konsertir verður eitt høvi, hjá plátufeløgum og umboðsfeløgum, at hoyra bólkin á konsert. Limir í bólkinum hava verið í Danmark og samráðst um plátusáttmála og umboðssáttmála. Men enn er einki endaligt komið upp á pláss.
- Vit eru nokkso varnir, vit hava hoyrt nógvar søgur um, hvussu tílíkt kann ganga og tí vilja vit fara varisliga fram, sigur Pætur Zachariassen sangari í Boys In a Band. Fyribils hava Boys In A Band gjørt ein sáttmála við Jesper Kemp, sum bookara. Kemp var á Atlantic Music Event og umboðar frammanundan m.o. Eivør og Høgna Lisberg