Boys in a Band kring Føroyar í svarta tokinum

Boys in a Band fer á ferð. Við hjálp frá bili, tyrlu, báti og øðrum fara teir at spæla 24 konsertir á 24 ymsum støðum uppá 24 tímar leygardagin Hetta verður gjört í sambandi við teirra fyrstu fløguútgávu, Black Diamond Train, sum kemur í handlarnar leygardagin 19. juli.

Byrjað verður í Havn fríggjadagin. Teir spæla í Steinatúni, á aðru hædd í bygninginum hjá Føroya Tele. Øll vindeyguni

verða latin upp, so áhoyrararnir kunnu standa uttanfyri og lurta. Síðani verður farið kring landið.

Öll ferðin verður filmað, og ætlanin er, at hetta verður givið út seinni í ár. Ein onglendingur, sum eitur Kelly King, er komin til Föroya at filma ferðina, og hann fær hjálp frá fimsstovuni

Klippfisk í Havn.

Umframt at hava fingið ein filmsstjóra higar, hava boysarnir eisini sent

boð eftir 8 útlendskum tónleika?tíðindafólkum úr Bretland, Íslandi og

Danmark. Hesi eru fyrst og fremst komin í sambandi við ferðina hjá Boys

in a Band, men teir fara eisini at fevna um partar av skránni á G! Mini.

Her sæst nær og hvar Boys in a Band spæla á teimum ymisku stöðunum.

Tíðirnar eru vegleiðandi.

1. Tórshavn kl. 19.00

2. Argir kl. 20.00

3. Hoyvík kl. 20.30

4. Vágur kl. 22.00

5. Tvøroyri kl. 23.00

6. Hvalba kl. 24.00

7. Sandur kl. 02.00

8. Skopun kl. 02.30

9. Sørvágur kl. 04.30

10. Miðvágur kl. 5.00

11. Sandavágur kl. 05.30

12. Vestmanna kl. 7.00

13. Kollafjørður kl. 8.30

14. Eiði kl. 9.30

15. Skála kl. 10.00

16. Strendur kl. 11.00

17. Glyvrar kl. 11.30

18. Saltangará kl. 12.00

19. Runavík kl. 12.30

20. Toftir kl. 14.00

21. Fuglafjørður kl. 15.00

22. Klaksvík kl. 17.00

23. Leirvík kl. 18.0

24. Gøta kl. 18.45