Oljuleiting
Tað verður um reppið, hvør verður fyrstur at seta borin í føroysku undirgrundina, norska oljufelagið Statoil ella bretska BP. Nú tað nærkast endanum á drúgvu fyrireikingunum til fyrstu oljuleiting í føroyskari søgu fylgjast stóru oljufeløgini Statoil og BP borð um borð.
Tað hevur ljóðað, at Statoil skuldi vera klárt 1. juli men hetta verður helst seinkað nakað, soleiðis at tað verður útskotið í eina ella kanska tvær vikur, tvs. til inn í juli mánað. Pallurin Sovereign Exploerer borar framvegis vestan fyri Írland. Og hendir tað, at olja verður funnin har, so kann tað taka longri tíð at gera klárt til boringina her um leiðir. Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil sigur seg vóna, at boringin kann byrja eina viku inn í juli. Fyri teir hevur tað tó einki at týða, um boringin byrjar nakað seinni enn upprunaliga ætlað. Ikki annað enn at Amerada Hess skal brúka pallin, tá Statoil er liðugt við hann.
Hjá BP tykist tað harafturímóti at ganga hinvegin. Har røkist fyri, at boriskipið West Navion verður kanska longu í føroyskum sjógvi um miðjan juli og onkur hevur nevnt 8. juli. Annars varð tann boringin sett til at byrja um ólavsøkutíð. Nógv kundi tí bent á, at Statoil og BP seta borarnar í undirgrundina umleið sama mundið miðskeiðis í juli ella so. Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP sigur, at tað skuldi sæð gott út við boriskipinum, og at tað kann vera her um miðjan juli.
Meðan Statoil skal bora í einar 78 dagar, so fer boringin hjá BP at taka nógv stytri tíð. Hetta m.a. tí at boriskipið er útgjørt við tveimum borisektiónum.