Brúkaraumboðið fer nú at kanna, um tað var brot á lógina um marknaðarføring, tá Kringvarpið lat Uttanríkisráðið rinda ferð og uppihald fyri seg til Bruxelles. Tað skrivar Dimmalætting.
Talan er um nógv umrøddu avdúking fyrr í vikuni, har tað kom fram, at Uttanríkisráðið hevur rindað Kringvarpinum fyri at fáa Boga Godtfred og ein fotograf við á ferðina niður til Bruxelles, har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Uttanríkismálum, hósdagin undirskrivaði sáttmálan um granskingarsamstarv millum Føroyar og Evropasamveldið.
- Var talan um eina privata fyritøku, sum rindaði fyri umrøðu, so var greitt brot á marknaðarføringslógina. Nú Uttanríkisráðið hevur rindað kringvarpinum pengar fyri umrøðu, er tað ein spurningur um Uttanríkisráðið kemur undir ásetingarnar um sølu av vørum og tænastum, sigur brúkaraumboðið, Andrass Holm Arge, við Dimmalætting.
Lógin um marknaðaføring sigur, at tað er ikki loyvt eini fyritøku at rinda ella einum
fjølmiðli at taka ímóti pengum afturfyri redaktionella umrøðu. Hetta er fyri at verja brúkaran móti villeiðandi tíðindaflutningi.
Spurningurin er so, um Uttanríkisráðið kenn metast at selja vørur og tænastur.