ÚTISETAR
Meðan hitastigini í góða várveðrinum heima á landið mikudagin vóru 10?12, so var tað bítandi kalt í Danmark, har fjórðingsfinalurnar í steypakappingini, DONG Cup, vórðu spældar, meðan kavaflikrur dalaðu yvir spælarar og áskoðarar.
Úrslitini hava við sær, at liðini, sum nú skulu telvast um plássini í finaluni, sum verður í Parkini Kristi himmalsferðardag, eru Brøndby, AaB, FCM og Viborg. Tað var óvæntað, at Viborg á heimavølli vann 5?2 á Farum, sum eftir fyrra umfarið var á odda 2?0. Tá sá einki út hjá Viborg venjaranum. Men eftir sigurin verður roknað við, at hann longdi um lívið sum ábyrgdarmaður fyri botnliðnum í superliguni í hvussu so er í eina viku afturat.
Næstved var á odda ímóti AaB, men so varð munurin millum bestu og triðju bestu deildina eyðsýndur, og AaB vann 4?1. FCM vann á heimavølli 3?1 ímóti Esbjerg, og so var tað uppgerðin millum Brøndby og FCK.
Hóast bítandi kuldan vóru 20.769 áskoðarar áBrøndby stadion. Í 1. hálvleiki var lítið at rópa hurrá fyri, men eftir steðgin øktist intensiteturin, sjálvt um poleraða fótbóltsspælið ongantíð kom fram.
Tiggju minuttir eftir steðgin fluktaði ein av nýggju Brøndby spælarunum, Peter Foldgast, einasta málið. Síðstu løtuna royndi FCK at leggja trýst á, men teir komu ikki nærri málið, enn tá fríspark frá liðformanninum, Peter Nielsen, brast í tvørtræið.
Michael Laudrup, Brøndby venjarin, tykist eftir stuttari tíð at hava megnað at mynda eitt fínt lið. Uttan at støðið er tað sama, so minnir menningin av unga liðnum í Brøndby ikki sørt um tað, sum Alex Ferguson útinnti í Manchester United miðskeiðis í níti árunum. Tá setti hann nógvar ungan spælarar á liðið, tað royndist sera væl, og teir vunnu meistaraheitið.
Todi eina løtu á vøllinum
Frá fyrsta bríksli mikukvøldið var eingin føroyingur á vøllinum. Eins og sunnudagin, tá somu liðini spældu í Parkini, var Jón Rói Jacobsen á beinkinum hjá Brøndby allar 90 minuttirnar.
Ímóti ætlanini, sum FCK leiðslan hevur havt higartil í ár, so høvdu teir hesa ferð Toda Jónsson í hópinum. Hann sat í 1. hálvleiki væl innballaður á beinkinum, meðan Peter Møller og Jörgen Pettersson vóru í álopinum. Men FCK hevði lítla tyngd í álopspartinum, og tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin, og Brøndby var komið framum, varð Todi settur á vøllin.
Tað var ikki eiti á góðum ummælum, sum Todi fekk frá frásøgumonnunum í sjónvarpinum. Teir undirstrikaðu enn eina ferð, at Todi telist millum bestu álopsspælararnar í Danmark, og at tað er ein lætti fyri mótstøðuverjurnar, tá ið hann ikki er á FCK liðnum.
FCK venjarin, Hans Backe, hevur aftur og aftur í vár og eisini í donsku bløðunum mikudagin sagt, at hann ivast í, hvussu væl fyri kropsliga Todi Jónsson er. Men ta løtuna, sum Todi var á vøllinum, var einki, sum bendi á, at hann var verri fyri enn hinir spælararnir. Hann var fleiri ferðir við í samanspæli, sum næstan bar møguleikar við sær, og eitt nú var tað týðuligt, at Zuma, sum aftur hesa ferð var á miðvøllinum í høgru, hevði gagn av, at Todi kom á vøllin. Men FCK fekk einki mál, og harvið hava teir ikki enn vunnið í vár. FCK hevur spælt fýra dystir.
Sunnudagin verður eitt nýtt umfar í superliguni. Tá skal Brøndby, sum ikki hevur tapt higartil í ár, spæla á útivølli ímóti OB, og FCK fer í Parkini at spæla ímóti Esbjerg.
Bítur frá sær
Í donsku pressuni varð upp undir fjórðingsfinaluna mikukvøldið gjørt burturúr, at FCK venjarin, Hans Backe, er púra kaldur, sjálvt um tað higartil í vár ikki hevur gingið eftir vild, og venjarin vil ikki hoyra talan um, at hann skal gera tær stóru broytingarnar á liðnum, tí onnur halda tað. Hann hevur verið venjari í mong ár, og tekur sær ikki tykni av sovornum práti, sigur hann.
Í FCK eru í minsta lagi ellivu spælarar, sum hava støði at spæla í superliguni, men sum sjáldan fáa møguleikan, tí tað eru so nógvir um boðið. Venjarin undirstrikar, at spælararnir kunnu ikki rokna við, at hann fer at gera sosialar útskiftingar.
? Hetta er ikki nakar barnagarður. Tá ið spælararnir skriva sáttmála við FCK, vita teir, at talan verður um stóra kapping, og at tað bara verða teir, sum eg haldi vera teir bestu, sum sleppa á liðið. Eg velji liðið, og eg rokni við teimum, sum eg havi álit á. Um pressan og viðhaldsfólkini hava aðrar áskoðanir enn hana, sum eg havi, so mugu tey um tað. Eg leggi ikki petti í sovorðið trýst. Eg geri arbeiðið upp á mín máta. Um tað ikki er nóg gott, so hevur felagið møguleikan at velja sær ein annan venjara, vóru boðini frá Hans Backe til pressuna og harvið eisini til nógvu góðu spælararnar, sum sita á beinkinum ella als ikki sleppa upp í part á besta liðnum.
r