Setningurin tykist ógvuliga stórur, tá ið 07 Vestur seinnapartin fer í Gundadal. Mótstøðuliðið er toppliðið HB. Í 16 teimum fyrstu umførunum er munurin í úrtøku hjá HB og 07 Vestur 27 stig!
Kortini ber gongdin seinastu vikurnar við sær, at vágamenn ikki nýtast at avskriva møguleikan fyri úrtøku í dag.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur HB ikki megnað at vunnið. Talan hevur verið um 2-2 ímóti B36 og so málleysar javnleikir á Argjum og í Gundadali ímóti ÍF. Ikki minst hesin seinasti dysturin eigur at geva vágamonnum mót um, at tað kann bera til.
Hanus Thorleifsson er nýggjur í HB hópinum. Í ólavsøkudystinum ímóti B36, sum árstalsfelagið vann 4-2, var Hanus vongverji í høgru.
Vágamenn hava allar teir somu tøkar, sum spældu ímóti KÍ. Ta ferðina var leikliga avrikið ikki minst á hædd við tað hjá mótstøðumonnunum, men tað bilti í verjuni og í hinum endanum.