Brøvini eru misskild

- Tað hevur frá byrjan verið ætlanin at halda allar ásetingar við hoyringum, sigur sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal. Misskiljingin viðvíkjandi hoyringum er orsakað av ógreiðum orðingum í upprunaligu brøvunum

Eftir at Gunnleivur Dalsgaard aðrastaðni á síðuni vísir á skeivu mannagongdirnar í SVF, tá seks tíðindaleiðarar vórðu sagdir úr leiðarastørvum sínum, sigur sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal, at hetta ongantíð var ætlanin.
- Orsøkin er, at fyrstu brøvini ikki vórðu orðað nóg greitt, og tískil valdu vit at taka tey aftur og orða av nýggjum, so eingin ivi skuldi vera um nakað, sigur Mikkjal Helmsdal. Sjónvarpsstjórin undirstrikar, at tað ongantíð hevur verið ætlanin at leypa um nakrar ásetingar, men at ógreiðu formuleringarnar í brøvunum hava volt misskiljingar.
- Tað arbeiðið hava vit ikki gjørt nóg væl, og tískil hava vit sent brøvini av nýggjum, sigur ovasti myndugleikin í sjónvarpinum.

Onga ávirkan
Nú er so møguleikin hjá uppsagdu deildarleiðarunum at siga sína hugsan undir hoyringunum, men hetta fær ongar avleiðingar fyri endaliga úrslitið í gongdini.
- Ætlanin og endámálið við bygnaðarbroytingunum er tað sama, og tískil fáa hoyringarnar ikki nakrar avleiðingar á ta avgerð, vit hava tikið, sigur sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal at enda.