Bragdið skipar fyri venjing til maraton

- Øll skulu kenna seg væl og koma í form, soleiðis at tað ber til at renna tann teinin, ein kundi hugsa sær

Um eitt hálvt ár er stóri dagurin hjá rennarum í Føroyum, tá skipað verður fyri Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Hetta verður 17. árið á rað, at ítróttafelagið Bragdið skipar fyri maraton-renning í høvuðsstaðnum.

 

Tað krevur góða heilsu og gott treysti at renna eitt hálvt ella eitt heilt maraton. Í hesum sambandi bjóðar Bragdið nú øllum at koma og venja til maraton-renningina.

 

- Øll skulu kenna seg væl og koma í form, soleiðis at tað ber til at renna tann teinin, ein kundi hugsa sær, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður sett í gongd, skrivar Bragdið á heimasíðu síni.

 

Fyrsti venjingardagurin er mikudagin 16. januar kl. 17. Einasta treyt er, at mann skal at vera í góðum renniskóm og løttum venjingarklæðum, sum hóska til veðrið.

 

Atlantic Airways Tórshavn Marathon fer av bakkastokki 2. juni klokkan 13.