Brandur og Odmar hava stórar dagar

Miðvallarin fór um 60 landsdystir ímóti Armenia, og í kvøld verður verjuspælarin fyri 60. ferð á landsliðnum

Í kvøld fara Føroyar fyri 246. ferð at spæla altjóða skrásettan landsdyst í fótbólti. Tað var 24. august í 1988, at Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin. Tað var í Akranesi ímóti Íslandi, sum vann 1-0.

 

Higartil hava 194 spælarar umboðað Føroyar á landsliðnum. Flestar landsdystir hevur Fróði Benjaminsen spælt. Hann var 95 ferðir á landsliðnum.

 

Næstflestar landsdsytir eigur Jóan Símun Edmunsson, sum hevur verið 92 ferðir á landsliðnum.

 

Teir næstu í røðini av teimum, sum eru í hópinum í kvøld, eru Viljormur Davidsen, sum hevur spælt 81 landsdystir og Sølvi Vatnhamar, sum hevur spælt 76 landsdystir.

 

Í 2-2 javnleikinum ímóti Armenia hóskvøldið var Brandur Hendriksson Olsen fyri 60. ferð á liðnum, og í kvøld fer Odmar Færø at umboða føðilandið fyri 60. ferð.