Brandur vann á Gilla

Gilli Sørensen spældi allan dystin, meðan Brandur H. Olsen mundi skorað sum innskiftari

Gilli Sørensen spældi í dag sín fyrsta dyst frá byrjan í Superliguni fyri AaB. Hann byrjaði á vinstra bakki í 1-0 tapinum fyri FCK og innskifta Brand H. Olsen, sum var nær við at skora til 2-0.

 

Les eisini: Gilli fær møguleikan

 

Gilli Sørensen og AaB komu undir stórt trýst, men tað ikki tí Gilli ikki spældi til sítt besta. Hann var í fleiri tvídystum, har nógva ferðin hjá honum kom føroyska landsliðspælaranum til góðar.

 

Í seinna hálvleiki kom AaB longur fram á vøllin. Hetta sást eisini aftur í vinstru síðu, har Gilli onkrar ferðirnar var meiri vongur enn bakkur. Millum annað legði hann upp til besta møguelikan hjá AaB, tá hann lyfti bóltin á pannuna á Nicklas Helenius, sum tó ikki rakti málið.

 

Einar tíggju minuttir fyri tíð kom Brandur H. Olsen á vøllin. Hann var um reppi at økja um leiðsluna, tá hann fekk eina avlevring innfyri úr høgru. Hann setti fótin á, men málverjin hjá AaB tveitti seg og fekk hondina á bóltin.

 

Móti endanum sendi AaB eisini Gilla fram at kanska langu innkøstini, men her megnaði verjan hjá FCK at rudda vekk.

 

FCK vann føroyingarmøtið 1-0 og er framveigs nummar tvey. AaB liggur á fimta plássi.