Síðan hann var 15 ára gamal, hevur G! festivalurin verið ársins hending hjá rithøvundinum og tónleikaranum Trygva Danielsen. Hóast sín unga aldur, hevur hann latið bæði yrkinga- og stuttsøgusavn og tvær plátur úr hondum. Og í annaðkvøld fer hann í silvurham og borðreiðir við spildurnýggjum løgum saman við bólki sínum á spæliplássinum á G! festivalinum.
Í 2013 fekk Trygvi handað virðisløn til ungt listafólk við handanini av mentanarvirðislønum landsins fyri debutsavnið, sum hann gav út saman við eini LP-plátu undir navninum The Absent Silver King. Nú er ætlanin aftur at geva bók og plátu út, væntandi í heyst, undir navninum Silvurdrongur.
Íblásturin til nýggja tónleikin fekk Trygvi eftir at hann heitti á vinmenninar Per Ingvald Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá um at koma saman at jamma. Tá gekk ikki long tíð, áðrenn samstarvið bar frukt.
- Teir vóru við upp á tað beinanvegin og bóðu meg møta teimum í upptøkuhølinum. Eina viku seinni høvdu vit átta løg, greiðir Trygvi frá.
Fyri at lýsa nýggja tónleikin, hevur Trygvi leitað sær til kinesiskt. Kinverska orðið fyri yrking umesetur hann til orðasang, sum lýsir tónleikin rættiliga væl, heldur hann. Tónleikurin minnir um hip hop, trip hop og sonevnda spoken word stílin, men er samstundis hvørki av teimum til fulnar. Harafturat greiðir Trygvi frá, at hann er sjálvur búnaður nakað síðan fyrsta plátan kom út, og tað er tónleikurin við. Tískil er sambandið við áhoyrarnar vorðið tættari.
- The Absent Silver King hevði størri frástøðu frá áhoyrarunum, tá vit framførdu. Nú kennist tað sum at hendan frástøðan er minkað. Tað endurspeglar onkursvegna hvagar ein er komin til í lívinum. Eg eri blivin eldri og meira empatiskur, og samstundis merkist betur, at fólk kenna tónleikin og duga tekstin. Tað er svakt at vit fáa respons frá fólki, meðan vit framføra - upp á tann góða mátan.
Um komandi bókina, sum verður givin út saman við plátuni, sigur Trygvi, at talan er um bæði prosatekst og yrkingar, sum hann sjálvur hevur skrivað.
Hoyr Silvurdrong á spæliplássinum á G! fríggjakvøldið klokkan 19:20.