Hóast einki veruligt úrslit spurdist burtur úr altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, hevur Brasil gjørt av at halda lyftið, sum landið gav um at skerja sítt CO2-útlát.
Tí hevur Lula da Silva, forseti, skrivað undir og staðfest eina nýggja lóg, sum skal skerja landsins CO2-útlát 39 prosent hetta til 2020.
Lógin fær kortini ikki bara rós. Tvørturímóti halda fleiri, at hon er ov ógreið, og at hon sigur ikki nóg neyvt, hvussu nógv útlátið skal skerjast í eitt nú ídnaðinum, orkuvinnuni ella landbúnaðinum.
Greenpeace í Brasil sigur lógina vera eina røð av góðum ætlanum.