Marokko var nógv betra liðið stóran part av dystinum og hevði eisini uppiborið leiðsluna, tá Ismael Saibari legði afrikanararnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Ein long sending sendi Saibari einsamallan ígjøgnum brasilsku verjuna. Málverjin Alisson kom út úr málinum, men ivaðist í avgerandi løtuni, og tað gagnnýtti marokkanski áleyparin. Við einum køldum lyfti sendi hann bóltin upp um Alisson og í netið til 1-0.
Brasil hevði trupult við at finna spælið fram og skapti lítið fram eftir vøllinum. Men eftir ein hálvan tíma vísti Vinicius Junior sína stóru dygd.
Real Madrid-stjørnan fekk pláss inni í brotsteiginum, dró bóltin eitt sindur aftur og sendi síðani eitt hart skot í málið til 1-1.
Málið skuldi vísa seg at verða tað seinasta í dystinum.
Eftir steðgin hevði Marokko framvegis gott tak á dystinum, men fekk ikki skapt teir stóru málmøguleikarnar. Brasil var eitt vet vandamiklari í seinna hálvleiki og hevði nakrar góðar støður í yvirtíðini, men megnaði ikki at fáa sigursmálið.
Brasil og Marokko býta tí stigini í fyrsta dysti í bólkaspælinum.
Í hinum dystinum í bólkinum spæla Skotland og Haiti í nátt.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brasil og Marokko.
Brasil-Marokko 1-1 (1-1)
0-1 Ismael Saibari ('21)
1-1 Vinicius Junior ('32)











