Regn og toruslátur hótta stevnu á føð­ing­ar­degi hjá Trump

Ein stórt UFC-kampsportsstevna á grasvøllinum framman fyri Hvítu Húsini í Washington D.C. kann verða ávirkað av regni og torusláturi í dag.

Eitt áttakantað kampbúr er sett upp framman fyri Hvítu Húsini til UFC-stevnuna, sum verður hildin á føðingardegi hjá Donald Trump. (Savnsmynd: Eric Lee/Reuters)

Stevnan verður hildin á 80 ára føðingardegi hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, og væntað verður, at hann sjálvur verður millum áskoðararnar.

Sambært The Washington Times hevur amerikanska veðurstovan sent út ávaring um bæði nógvan hita og møguleika fyri ælaveðri og torusláturi seinnapartin og um kvøldið.

Veðrið kann tí ávirka fleiri av teimum sjey dystunum, sum eru á skránni á stevnuni.

Framman fyri kampbúrið eru sett upp 4.300 fyribils sitipláss til serliga innbodnar gestir. Harumframt eru 85.000 ókeypis atgongumerki latin út til fólk, sum kunnu fylgja dystunum á stórskíggjum nærhendis Hvítu Húsunum.

UFC stendur fyri Ultimate Fighting Championship og er størsta og mest kendu MMA-kappingin í heiminum.

Donald Trump hevur í fleiri ár verið javnur gestur til UFC-tiltøk, og sambandið millum forsetan og UFC-leiðsluna er væl kent.

Stjórin í UFC, Dana White, sigur við Fox News, at honum vanliga ikki dámar at skipa fyri uttandura tiltøkum orsakað av veðrinum, men at fyrireikingarnar halda fram sum ætlað.

– Um tað regnar, halda vit fram. Um tað kavar, halda vit fram. Tað einasta, sum kann steðga okkum, er snarljós, sigur Dana White.

Tiltakið hevur fingið navnið "UFC Freedom 250", sum sipar til hátíðarhaldið í sambandi við, at USA í ár fyllir 250 ár.

Stevnan verður hildin á amerikanska flaggdegnum, Flag Day, sum eisini er føðingardagurin hjá Donald Trump.

 

Eitt áttakantað kampbúr er sett upp framman fyri Hvítu Húsini til UFC-stevnuna, sum verður hildin á føðingardegi hjá Donald Trump. (Savnsmynd: Eric Lee/Reuters)