Brasil hevur vunnið flest HM heiti

Spania er nú heimsmeistari í fótbólti hjá monnum fyri aður ferð. Fyrru ferð varí 2010.

Spania vann í gjárkvøldið 1-0 á Argentina í finaluni um heimsmeistaraheiti hjá monnum, sum var í New Jersey í USA.

 

HM í fótbólti varð skipað á fyrsta sinni í 1930 eftir hugskoti frá frakmanninum Jules Rimet, sum tá var forseti í FIFA.

 

Frammanundan var olympiska fótbóltskappingin størsta altjóða kappingin, men FIFA vildi hava eina sjálvstøðuga heimsmeistarakapping fyri fremstu landsliðini.

 

Uruguay fekk heiðurin at vera vertstjóð fyri fyrsta HM. Landið hevði vunnið olympiskt gull í 1924 og 1928 og helt samstundis 100 ára dagin fyri sjálvstýri. Uruguay lovaði eisini at gjalda ferðakostnaðin hjá luttakandi liðunum.

 

Bara 13 lond luttóku í fyrsta HM-endaspælinum. Sjey vóru úr Suðuramerika, fýra úr Evropa og tvey úr Norðuramerika.

 

Fyrsta HM-finalan varð spæld 30. juli 1930, har Uruguay vann 4–2 á Argentina framman fyri umleið 68.000 áskoðarum í Montevideo og gjørdist fyrsti heimsmeistarin í fótbólti.

 

Síðani hevur HM verið hildið fjórða hvørt ár, uttan í 1942 og 1946, tá kappingin varð avlýst vegna seinna heimsbardaga.

 

Her er yvirlit yvir allar HM-vinnararnar í fótbólti hjá monnum:

 

 

Ár

 
 

Vinnari

 
 

Finala

 
 

1930

 
 

Uruguay

 
 

Uruguay – Argentina 4-2

 
 

1934

 
 

Italia

 
 

Italia – Kekkoslovakia 2-1 (e.l.)

 
 

1938

 
 

Italia

 
 

Italia – Ungarn 4-2

 
 

1950

 
 

Uruguay

 
 

Endaspæl (ikki finala)

 
 

1954

 
 

Vesturtýskland

 
 

Vesturtýskland – Ungarn 3-2

 
 

1958

 
 

Brasil

 
 

Brasil – Svøríki 5-2

 
 

1962

 
 

Brasil

 
 

Brasil – Kekkoslovakia 3-1

 
 

1966

 
 

Ongland

 
 

Ongland – Vesturtýskland 4-2 (e.l.)

 
 

1970

 
 

Brasil

 
 

Brasil – Italia 4-1

 
 

1974

 
 

Vesturtýskland

 
 

Vesturtýskland – Holland 2-1

 
 

1978

 
 

Argentina

 
 

Argentina – Holland 3-1 (e.l.)

 
 

1982

 
 

Italia

 
 

Italia – Vesturtýskland 3-1

 
 

1986

 
 

Argentina

 
 

Argentina – Vesturtýskland 3-2

 
 

1990

 
 

Vesturtýskland

 
 

Vesturtýskland – Argentina 1-0

 
 

1994

 
 

Brasil

 
 

Brasil – Italia 0-0 (3-2 br.)

 
 

1998

 
 

Frakland

 
 

Frakland – Brasil 3-0

 
 

2002

 
 

Brasil

 
 

Brasil – Týskland 2-0

 
 

2006

 
 

Italia

 
 

Italia – Frakland 1-1 (5-3 br.)

 
 

2010

 
 

Spania

 
 

Spania – Holland 1-0 (e.l.)

 
 

2014

 
 

Týskland

 
 

Týskland – Argentina 1-0 (e.l.)

 
 

2018

 
 

Frakland

 
 

Frakland – Kroatia 4-2

 
 

2022

 
 

Argentina

 
 

Argentina – Frakland 3-3 (4-2 br.)

 
 

2026

 
 

Spania

 
 

Spania – Argentina 1-0 (e.l.)

 

 

 

 

Flest HM-heiti

 

 

Land

 
 

Heiti

 
 

Brasil

 
 

5

 
 

Týskland*

 
 

4

 
 

Italia

 
 

4

 
 

Argentina

 
 

3

 
 

Uruguay

 
 

2

 
 

Frakland

 
 

2

 
 

Spania

 
 

2

 
 

Ongland

 
 

1

 

 

Tølini fyri Týskland fevna um Vesturtýskland (1954, 1974 og 1990) og sameinda Týskland (2014).

 

Áhugavert:

 

  • Brasil er einasta landið, sum hevur luttikið í øllum HM-endaspølum.
  • Spania hevur nú vunnið HM tvær ferðir – í 2010 og 2026.
  • Argentina hevði møguleika at verja HM-heitið í 2026, men tapti finaluna 0-1 fyri Spania.
  • Ongland hevur framvegis bara vunnið HM einaferð – á heimavølli í 1966.