Enska málmanslegendan, Peter Shilton er ikki longur tann leikarin, ið hevur leikt flest dystir sum yrkisfótbóltsleikari.
44 ára gamli brasilski málverjin, Fabio hevur tikið metið frá nú 75 ára gamla, Peter Shilton.
Týskvøldið vann Fluminense við Fabio í málinum 2-0 á America De Cali í Copa Sudamericana, ið er ein kapping sum svarar til Europa League.
Talan var um dyst nummar 1.391 hjá Fabio sum yrkisfótbóltsleikari, og tað er heimsmet.
- Eg havi alla orsøk at takka Gudi fyri at hava latið meg uppliva hesa stóru løtuna, og at hava rokkið hesum málinum. Tað var ógvuliga kensluborið at sleppa at uppliva hetta. Serliga nú familjan var til staðar fyri at fagna metinum. Segði Fabio aftaná dystin.
Gamla metið hjá Peter Shilton er frá 1997. Tá Peter Shilton legði málmanshandskarnar á hilluna hevði hann spælt 1.390 dystir. Sostatt helt metið í 28 ár.
Peter Shilton var 47 ára gamal, tá hann gavst at spæla fótbólt sum yrkisfótbóltsleikari. Peter Shilton spældi við Nottingham Forest, Leicester og Southampton, umframt 125 landsdystir við Onglandi.