Tað endaði javnt millum Martin og Meinhard

Aarhus Fremad var aftanfyri 0-2, men megnaði javnleik 2-2 móti Kolding

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad tóku á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus móti Meinhardi E. Olsen og liðfeløgunum í Kolding. Martin og Meinhard spældu allan dystin. Isak Tannander legði Kolding á odda 11 minuttir undan steðginum, og tá ein tími var leiktur økti hann til 2-0 til Kolding.

 

Eina góða løtu var Kolding á sigurskós, men so skoraði Kasper Andersen tvær ferðir fyri Aarhus móti dystarenda, og so fingu Meinhard og liðfelagarnir bert eitt stig við sær úr Aarhus. 

 

Soccerstand gevur Martini karekterin 7, og Meinhardi karakterin 7,3. So báðir føroyingarnir avrikaðu væl í kvøld. 

 

Kolding er triðfremst í deildini við 10 stigum. Teir hava fýra stig upp til Horsens, ið er fremst við 14 stigum.

 

Aarhus er triðaftast í deildini við fimm stigum.

 

Leygardagin klokkan 13 spæla bæði liðini á útivølli. Kolding móti B93, og Aarhus Fremad móti Middelfart.