Brendu ov illa

Hondbóltslandsliðið taptu fyri Estlandi

Føroysku menninir taptu 24-20 móti Estlandi, eftir 11-11 í hálvleikinum. Okkara spældu ein góðkendan fyrra hálvleik, men brendu ov illa at byrja við.

 

Estiska liðið hevði ein ágangandi spælistíl, við ferðmiklum spæli mann móti manni. Hans Eli Sigurbjørnsson var serliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki, tá hann fleiri ferðir kom ígjøgnum og fekk mál ella brotskast. Eisini hevði Áki Egilsnes fleiri góð langskot.

 

Nicklas Selvig var flúgvandi í byrjanini av seinna hálvleiki, og skjeyt fýra mál eftir nøkrum fáum minuttum. Føroyar vunnu seg framum 17-14, tá 42 minuttir vóru farnir, men eftir hetta steðgaði álopsspælið upp. Okkara fingu bert trý mál seinastu 18 minuttirnar.

 

Estar tóku time-out skiftu málmann. Estiska verjan stóð nú betri, meðan okkara gjørdu ov skjótt av í álopinum. Okkara fingu 20 mál uppá 48 skot í dystinum. Hetta er ov lágt skoringsprosent til at vinna ein tílíkan dyst.

 

Í morgin møtir Føroyar B-landsliðnum hjá Póllandi. Dysturin byrjar klokkan klokkan 16.00.

 

Málskjúttar:

Áki Egilsnes 6, Nicklas Selvig 5, Hjalti Mohr Jacobsen 4 (4), Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Kjartan Johansen 1, Eirikur Simonsen 1, Tony Hammer Weyhe 1