Bretskur tinglimur syngur á føroyskum

John Butterfill er tinglimur fyri konservativa flokkin og hevur havt sæti í Westminster í 26 ár. Hann er væl kendur við føroyingar og føroysk viðurskifti

Samstarv Føroyar Bretland

 

Í juni mánað hitti ábyrgdarblaðstjórin í Miðlahúsinum, Jan Müller konservativa tinglimin, John Butterfill á máli. Jan fekk lutvíst gjørt eina samrøðu fyri Rás2 við John Butterfill á føroyskum. John Butterfill, sum er partur av áhugabólkinum hjá teimum bretsku tinglimunum, sum hava áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, hevði á sinni eina føroyska unnustu, Eyðbjørg Niclasen. Eg tosi ikki so gott føroyskt, sigur John Butterfill við Jan á føroyskum við góðari føroyskari úttalu. Jan mótmælir, og heldur talan vera um dygdargóðan føroyskan framburð. Tá svarar John Butterfill á føroyskum: - Eg havi gloymt, hvussu ein tosar føroyskt, men eg havi ikki gloymt Føroyar, staðfestir konservativi tinglimurin, sum hevur sitið í Westminster, umboðandi eitt valdømi í Bournemouth í Suður-Onglandi. Bournemouth er ikki so langt burtur frá Isle of Wight, sum verður vertur fyri oyggjaleikunum í 2011.

Syngur á føroyskum

John Butterfill hevur havt nógv við Føroyar at gera: - Eg havi nógv sambond við Føroyar. Á sinni hevði eina ógvuliga fitta unnustu úr Føroyum. Og fyri at undirstrika, at tey framvegis eru góðir vinir, greiðir John Butterfill frá: - Í kvøld koma hon, maðurin, dótturin og barnabørnini at eta døgurða hjá mær. Tá vit høvdu smábørn, syrgdi Eyðbjørg ofta fyri at útvega okkum góðar føroyskar barnagentur (au-pair) at ansa eftir børnunum, so næstan øll børnini hjá mær klára at syngja á føroyskum. Jan tekur John Butterfill á orðið, og spyr um hann ikki kann syngja ein føroyskan sang fyri sær. Fyrst smálær bretski tinglimurin, men so trívur hann í landapláguna hjá Simma og teimum frá seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum: - Ein høna í túni stóð og pikkaði sær mat, og hon misti tvær fjarðar, meðan hanin hugdi at. Aftur framborin við einari sannførandi úttalu.

Møttust í Onglandi

Jan frittar konservativa tinglimin og Føroya-vinin, hvussu hann kom í samband við føroyingar á fyrsta sinni. – Vit vóru bæði í tjúgu-árunum, Eyðbjørg var her í landinum og las enskt. Hóast tað ikki rann saman, so er vinarlagið okkara millum enn stórt. Eyðbjørg, maðurin og børnini hava ofta búð hjá mær, tá tey hava verið í Onglandi. Eyðbjørg og maðurin, Kaj Petersen búgva í dag í Havn.

Vil hjálpa Føroyum

Áhugin hjá John Butterfill fyri Føroyum er eisini av tí politiska slagnum: - Eg havi roynt at hjálpt Føroyum. Eg minnist nógvu øsingina, sum var um grindadráp. Tá staðfesti eg fyri fólki her, at fyri føroyingar er tað sjálvsagt, at teir eta grind, tí teir eru annars noyddir at innflyta alt kjøtið hjá sær. Og at føroyingar drepa grind er ikki øðrvísi, enn tá vit í Bretlandi drepa neyt. Tað gongur út uppá tað sama. Trupulleikin er bara nú, at grindin er vorðin so illa dálkað, at tað er vorðið vandamikið at eta nú. Men mær dámar væl grind og spik, staðfestir John Butterfill. Konservativi tinglimurin heldur avgjørt, at tað kundi verið ein størri samvinna millum Føroyar og Bretland. – Vit í áhugabólkinum her í undirhúsinum hava verið á fundi við Jóhan Dahl um júst hetta. Ikki minst er tað áhugavert perspektiv við føroyskari-bretskari samvinnu, tá tað kemur til oljuvinnuna. Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið, um olja verður funnin báðumegin markið, at vit arbeiða saman um at fáa oljuna uppá land, heldur enn at hava tvær skipanir.

Mentan og ferðavinna

John Butterfill nemur eisini við mentan og ferðavinnu. Hann er sera hugtikin av sangfuglinum, Eivør Pálsdóttir úr Gøtu. – Hon er fantastisk, hon er veruliga ein ótrúliga góður sangari. Hon er sera fjøltáttað, tí hon klárar at syngja alt frá opera til rock. Og so skrivar hon eisini sín egna tónleik, og tað haldi eg vera ótrúligt, sigur ein hugtikin John Butterfill. Eg fekk eina av hennara fløgum, tá eg var í Íslandi. John Butterfill heldur, at samvinna innan fiskivinnuna eisini er av týdningi, men hann staðfestir samstundis, at fiskivinnan hevur ring kor í hesum døgum. – Eg haldi vit kunnu gera meiri fyri ferðavinnuna, vit eiga at eggja fleiri fólkum at fara til Føroya, fyri at síggja hvussu vakurt tað er. Í løtuni er eitt ávíst tal av fólki, sum fara til Føroyar. Serliga er talan um ornitologar – fuglafrøðingar – sum fara til Føroya at hyggja eftir sjófuglum. Men tíverri eru Føroyar ikki nóg væl kendar her í Bretlandi, men møguleikin fyri at gjørt Føroyar kendar átti at verið til staðar, tí Føroyar er eitt so einastandandi vakurt pláss, sum er vert at vitja.

Fari ikki uppí ES

Spurdur um hann heldur, at Føroyar skulu fara uppí ES, svarar John Butterfill avgjørdur: - Persónliga haldi eg ikki, at Føroyar eiga at fara uppí ES. Eg hevði heldur roynt at fingið samstarvsavtalur í lag við ES, uttan at gerast limir í felagsskapinum. Eg haldi, at samleikin hjá Íslandi, og ikki minst Føroyum hevði verið hóttur, um londini fóru uppí ES. Tit hava nakrar sterkar norðurlendskar siðir í Føroyum og í Ìslandi, og eg haldi, at tað er av týdningi, at tit halda fast við tann mentannarliga arvin. Eg eri ræddur fyri, at tit kunnu missa hesi mentannarligu virðini, um tit fara inn í ES.

Ikki verið her í 40 ár

John Butterfill hevur ikki verið í Føroyum í nærum 40 ár. Hann kennir nógvar føroyingar og er harmur um, at høvið ikki hevur verið at vitja aftur á klettarnar í so mong ár. Jan fiskar eftir, at parlamentariski áhugabólkurin fyri Føroyum kemur til landið at vitja seinni í summar, og tekur John Butterfill undir við, at um tað gerst veruleiki, so er tað sjálvsagt, at hann er við á ferðini. John Butterfill hevur sitið í bretska parlamentinum síðani 1983, og hevur sostatt upplivað bæði Margaret Thatcher, John Major, Tony Blair og Gordon Brown, sum bretskar forsætisráðharrar. Áðrenn John Butterfill gjørdist tingmaður, var hann forrætningsmaður. Hann virkaði sum forrætningsmaður innan ymisk øki, bæði kunningartøkni, sølu og leigu av bygningum, catering og upplæring av starvsfólkum til ymiskar vinnur. – Val verður væntandi næsta ár. Tá havi eg sitið á tingi í 27 ár og eri vorðin 69 ára gamal, og tá kenni eg, at eg havi sitið nóg leingi her í Westminster, slær John Butterfill fast. Øll hesi 26 árini hann hevur sitið í Westminster hevur hann havt samband við Føroyar og føroysk viðurskifti: - Eg møttist ofta við føroyingar, sum búgva her í Onglandi, og nú eru teir rættiliga nógvir í tali. Men John Butterfill hevur til góðar at síggja Føroyar aftur, men í viðtaluni merktist, at tann dagurin er ikki so ræðuliga langt burtur.