– Lívið sum rockari var spill av tíð

– Eg ynski ikki, at nakar sum helst skal liva sítt lív uppá sama máta, sum eg havi gjørt, sigur fyrrverandi rockarin Brian Sandberg, sum skal halda fyrilestur í Lívdini um sítt lív. Umframt at hava tosað við Brian Sandberg, hava vit eisini tosað við stigtakaran og Jenis av Rana um, hví tað er viðkomandi fyri føroyingar at hoyra frá einum fyrrverandi rockara – í Lívdini.

Brian Sandberg er kendur í Danmark sum fyrrverandi rockari, og í dag heldur hann fyrilestrar um tað lívið (Mynd: Agerskov Photography)

Brot úr longri grein í Sosialinum...

 

»Mítt lív í ónáði«

 

Hetta er heitið á einum fyrilestri, sum verður í samkomuhúsinum Lívdini 2. august.

 

Tað er fyrrverandi Hells Angels rockarin Brian Sandberg, sum skal fortelja um sítt lív sum topp-rockari í Danmark.

 

Vit í Sosialinum hava ringt til Brian Sandberg og spurt hann eitt sindur nærri um hendan fyrilesturin, hann skal hava í Føroyum.

 

– Eg fari at fortelja um mítt lív. Um hvussu ein ungur maður frá einum provinsbýi kann enda sum hardcore-rockari og verða ákærdur fyri drápsroynd – tó funnin ósekur. Hvussu kann man enda so langt úti, tá man annars kemur frá einari kjarnufamilju? Tað fari eg at fortelja um, sigur Brian Sandberg við Sosialin.

 

Skilir væl um fólk eru kritisk

 

Men hví skal man lurta eftir einum manni sum Brian Sandberg? Einum manni, sum hevur verið alt annað enn eitt av Guds bestu børnum og leingi djúpt innvolveraður í bandaumhvørvið?

 

– Tað er skiljandi nokk, at fólk hugsa soleiðis. Eg eri vanur við at fólk spyrja kritiskt inn til mín. Men tá tað er sagt, so haldi eg ein fyrilestur um mítt lív, bæði tað ringa og góða, har eg jú fortelji um baksíðuna av medaljuni. Tí eg havi sanniliga sæð baksíðuna av medaljuni. Og eg ynski ikki, at nakar sum helst skal liva sítt lív uppá sama máta, sum eg havi gjørt. Tí tað hevur verið spill av tíð og lívi.

 

Stigtakarin: – Hetta skal fyribyrgja rúsevnum og harðskapi

 

Stigtakari til fyrilesturin Sigmund Signarsson frá fyritøkuni RIB62, ið siglur við skjóttkoyrandi bátum. Um hví hann hevur fyriskipað hendan fyrilesturin sigur hann:

 

– Vit hava biðið Brian koma heim at halda ein fyrilestur fyri at ávara ung fólk ímóti stoffum, kriminaliteti og bandavirksemi. Gongdin í Føroyum er tíverri tann skeiva vegin. Tað koma størri nøgdir av rúsevnum til landið, og fylgjurnar blíva ógvusligari og ógvusligari, sigur Sigmund Signarsson frá Rib62.

 

##med2##

 

Jenis av Rana: – Tað er ikki munur á synd

 

Á plakatini fyri tiltakið stendur Brian Sandberg vs. Jenis av Rana. Hetta er tí, at Jenis av Rana hevur fingið sum uppgávu at vera eitt slag av verti, sum millum annað skal taka ímóti spurningum frá áskoðarum og seta Brian hesar spurningarnar.

 

Tað kann kanska skurra í oyrunum, at formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, skal tosa við ein fyrrverandi topp-rockara í Lívdini. Jenis av Rana kennir væl til fortíðina hjá Brian Sandberg, og hann heldur fyrilesturin vera eitt positivt átak:

 

– Hatta er ein maður, sum er komin burturúr tí. Hann hevur vent hasum lívinum bakið, og vil nú ávara, so onnur ikki fara sama veg. Vónandi kann fyrilesturin hava eina positiva ávirkan og varpa ljós á problematikkin við rúsevnum, harðskapi og øðrum, sigur hann.

 

– Hann hevur sitið og hevur bøtt fyri tað, sum hann hevur gjørt. Nú ynskir hann at ávara onnur um tað. Fantastiskt, at hann ger tað. Hann kundi eisini bara sett seg afturá. Hann sær vandan, og eg vil gjarna hjálpa við tí.

 

Brian Sandberg er kendur í Danmark sum fyrrverandi rockari, og í dag heldur hann fyrilestrar um tað lívið (Mynd: Agerskov Photography)