Grindaboð vóru í Suðri í gjár, tá ein bólkur av hvalum varð sæddur uttanfyri Tjaldarvík. Tað vísti seg tó, at vera ein bólkur av springarum, so avgjørt varð at lata bólkin sleppa.
Tað vóru tó ikki bara føroyingar til staðar í gjár, tí tríkiljan Brigitte Bardot lá nærhendis Suðuroynni hendan dagin. Tá bátarnir úr Tvøroyri vendu við, valdi tríkiljan at fylgja tvørámonnum, og fylgdu bátunum líka til innasta bátahylin. Restina av kvøldinum sigldi Brigitte Bardot nakrar ferðir inn og út úr Trongisvágsfirði.
Tað varð tó samtykt á býráðsfundi hjá Tvøroyrar kommunu í summar, at fremmand skip skulu boða frá 24 tímar áðrenn, um tey ynskja inn á Trongisvágsfjørð.
Chris Jan Michelsen, havnarfúti í Tvøroyrar havn, upplýsir, at Brigitte Bardot hvørki boðaði frá at tey komu, og svaraðu heldur ikki, tá havnarskrivstovan royndi, at fáa fatur á teimum.
- Roynt varð, at fáa fatur á manningini umborð á Brigitte Bardot, men ongin svaraði. Sostatt varð bæði altjóða lóg og kommunusamtyktin brotin. Tey komu á ófráboðaða vitjan og svaraðu ikki, tá havnarmyndugleikarnir róptu á teir.
Havnarfútin sigur, at næsti leikur í málinum er, at tey nú seta seg í samband við viðkomandi myndugleikar.
- Vit skriva eina frágreiðing um tilburðin, og boða so viðkomandi myndugleikum frá. Um ikki tað er nakað feilur, so er tað ólógligt og vánaligur sjómansskikkur.