Brimil skal hava tveir nýggjar bjargingarbátar

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg, sum løgtingið fer at viðgera í morgin, so skal Fiskiveiðieftirlitið hava pengar til tveir nýggjar bjargingarbátar til Brimil, sonevndar MOB bátar.

 

Í álitinum frá fíggjarnevndini stendur, at báðir bjargingarbátarnir (MOB) hjá Brimli eru gingnir fyri, og at tað ikki loysir seg at gera teir aftur vegna aldur.

 

– Brimil er tí skerdur í sínum virki. Tveir nýggir bjargingarbátar (MOB) kosta umleið 1,7 milliónir krónur fyri hvønn ella 3,4 milliónir krónur tilsamans, sigur fíggjarnevndin hjá løgtinginum í álitinum.