Eftir vikuskiftið er tað uppaftur meiri sannlíkt, at Brøndby enn eina ferð vinnur danska meistaraheitið og harvið í heyst enn eina ferð fer at fáa møguleikan at spæla í undankapping til europeisku meistarakappingina.
Stóra samrøðuevni í donskum fótbólti er Ebbe Sand, álopskometin hjá Brøndby, sum í annaðkvøld, tá Danmark og Noreg spæla landsdyst í Parkini, skal sannføra landsliðsvenjaran um, at hann er besta boðið upp á fremsta álopsplássið í Fraklandi í summar.
Brøndby vann 3-1 móti Ikast, og Ebbe Sand skoraði tvey mál. Harvið rakk hann 25 málum og vann tær hálvt hundrað túsund krónurnar, sum Tipsblaðið á hvørjum ári veitir spælaranum, ið fyrst røkkur 25 á máltindinum.
Silkeborg, sum kappast við FCK um næstfremsta plássið, misti eitt fet, tí teir á heimavølli megnaðu bara 1-1 móti OB, sum harvið kom upp um niðurflytingarstrikuna.
Saman við Ikast er Aarhus Fremad undir strikuni. Teir taptu 3-0 á heimavølli móti Lyngby, og nú sær svart út hjá felagnum, har Símun Eliasen og Uni Arge venja.
AaB tapti 4-2 á heimavølli móti AGF, og Vejle vann 1-0 móti AB.
Tað resta átta umfør av landskappingini. Brøndby hevur 59 stig, Silkeborg 48, FCK 46, Vejle 40, AaB 35, AB 34, Lyngby 33, AGF 32, Herfølge 26, OB 19, Aarhus Fremad 19 og Ikast 16 stig. FCK, AaB, AB, AGF, Herfølge og Aarhus Fremad hava spælt 24 og hini feløgini 25 dystir.