Bronsu í liðkappingini í einkultstarti

Oyggjaleikir: Góða úrslitið hjá Torkil Veyhe gjørdi sítt til, at Føroyar hava vunnið bronsu í liðkappingini í einkultstartinum í súkkling.

Tað eru tríggjar tær bestu tíðirnar hjá einstøku londunum, sum eru galdandi í liðkappingini, og tí vóru tað tíðirnar hjá Torkil Veyhe, sum vann gull, Dávur Magnussen, ið gjørdist nummar sjey og Jóhann Brend, sum taldu av teimum føroysku.

 

Tá ið tíðirnar blivu lagdar saman, vísti tað seg, at Føroyar gjørdust nummar trý og harvið fingu bronsu í liðkappingini aftan fyri Jersey, sum vann gull, og Guernsey, ið vann silvur.

 

Samlaða tíðin hjá føroyska liðnum var tveir tímar, 32 minuttir og 28 sekund.

 

Gunnar Dahl Olsen, Jóhann Brend, Torkil Veyhe, Dávur Magnussen og Jan Hjaltalin Olsen mannaðu føroyska liðið.