Broytti meining upp á eina viku um studning til næmingar

Broytti meining um studning til skúlanæmingar upp á eina viku

Fyri einari viku síðani staðfesti Bjørn Kalsø, landsstýrsmaður í mentamálum, fyri ungdómstinginum, at spurningurin um mismunin, ið verður gjørdur á miðnámsskúlanæmingum undir og yvir 18 ár, hvat studningi viðvíkur, eigur at verða tikin upp til viðgerðar í politisku skipanini.

Men nú sigur hann í svari til Høgni Hoydal, at ongar ætlanir eru um at broyta hesi viðurskiftini.

Á Ungdómstinginum spurdi Anna Nolsøe Joensen tingmannin um hann ætlaði at gera nakað við tann mismun sum er, at skúlanæmingar yvir 18 ár fáa nógv hægri studning enn næmingar, sum eru undir 18 ár.

Tá vísti hann á, at foreldur hava skyldu at forsyrgja børnunum til tey eru 18 ár og tí fáa foreldrini eisini barnafrádrátt í skattinum fyri børn undir 18 ár.

Men næmingar undir 18 ár fáa kortini stuðul til bøkur.

Hann skilir halda tað vera løgið, at tað skal vera so stórur munur á, hvat næmingar, sum sita lið um lið, fáa í studningi.

- Tí haldi eg, at politiska skipanin eigur at hyggja eftir hesum her, greiddi hann Ungdómstinginum frá

- Tað eri eg eisini sinnaðu til, legði hann afturat.

Hann vildi kortini ikki lova nakað um, hvussu broytingarnar verða.

Men nú, bara eina góða viku seinni, staðfestir hann í svari til Høgna Hoydal, at hann hevur ongar ætlanir um at gera nakrar broytingar.

- Sum er, hevur landsstýrismaðurin ikki ætlanir um at broyta lestrarstuðulin fyri tey, ið eru undir 18 ár, sigur hann við Høgna Hoydal.