Brúgv oman fyri Sandagerði

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri ár arbeitt við at gera gøtur í frílendunum í kommununi. Nógvar lendisgøtur eru gjørdar, og kring Havnina verður arbeitt við einum gøturingi, sum skal ganga kring alla Havnina og knýta flestu frílendini saman. Hesin gøturingurin verður gjørdur í stigum.

Úti í Sandágerði hevur ynski í longri tíð verið um at gera eina gonguleið tvørtur um Sandá, soleiðis at tað verður lætt atkomuligt til gongu millum Havnina og Argir. Henda brúgv kemur somuleiðis at knýta seg í gøtuskipanina kring Havnina, sum arbeitt verður við.

Eitt uppskot til eina gongubrúgv tvørtur um Sandá varð lagt fyri avvarðandi nevndum í mánaðinum.

Ætlaða brúgvin og gøtusambandið liggur innan fyri forn- og náttúrufriðaða økið í Sandagerði, og skal ætlanin sostatt góðkennast av friðingarmyndugleikunum.

Uppskotið er, at brúgvin verður gjørd í sama sniði, sum aðrar brýr í grønu økjunum í býnum. Útvalda sniðið er einkult og byggitøkniliga er sniðið tillagað økið, soleiðis at ikki verður neyðugt at hava stuðlandi súlur niður í ánna.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 8. mai at taka undir við tilmælinum um at seta brúnna í verk, tað sama gjørdi fíggjarnevndin 15. mai 2019, og kemur málið fyri býráðið í annaðkvøld.

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }