Bruce ikki við á Emirates

Steve Bruce, ið er nýggjur venjari hjá Wigan, sleppur ikki at standa við stírisvøðlin hjá Wigan, tá liðið fer á vitjan hjá Arsenal á Emirates leikvøllinum í London

Wigan mátti gjalda á leið 3 milliónir ensk pund (30 mió. krónur) fyri at loysa Steve Bruce úr sáttmála hansara í Birmingham City F.C., men hann sleppur ikki at stýra Wigan enn, tí Birmingham vilja vera við, at Wigan má gjalda 220.000 pund afturat, fyri at handilin kann verða gjøgnumførdur endaliga.


Arsenal og United

Arsenal taka ímóti Wigan, meðan Manchester United fara á vitjan á Reebok Stadium, har Bolton eru vertir. Av teimum báðum, hevur Arsenal tey betru kortini á hondini, tí teir spæla heima móti botnliðnum Wigan, meðan United mugu á trupla uppgávu móti Bolton, ið hevur tað fyri at arga tey stóru liðini í Premier League.


Torres kanska munurin

Michael Owen hevði ivaleyst dámt væl at skorað móti sínum gomlu liðfeløgum, men hansara skaðar í seinastuni forða honum, tí hann verður ikki við leygardagin, tá Liverpool koma á vitjan á St. James Park í Newcastle.

Í staðin kann tað gerast Fernando Torres, ið fer avstað við yvirskriftunum.

Fernando Torres hevur verið ein ordans fongur hjá Liverpool, síðan skiftið frá Atletoco Madrid. Hann hevur skorað átta mál í fjúrtan dystum, og má tað sigast at vera heilt hampuligt.

Torres hevur eins og Owen, havt trupuleikar av skaðum, men hann er nú klárur aftur, eftir at hann ikki spældi landsdyst fyri Spania, mikukvøldið.


Chelsea byrjar at hótta

Chelsea fara leygardagin til Derby á vitjan. Og alt annað líka, má man meta at teir eru klassar betur enn Derby. Í øllum førum hvat lønum viðvíkur, eru Chelsea leikararnir fleiri ferðir hægri enn teir hjá Derby. Chelsea eru á einum fjórða plássi, fimm stig aftanfyri Arsenal og Manchester United.


London uppgerð

Sunnudagin verður so eitt av sløgunum um London, tá West Ham vera vertir fyri Tottenham, ið hevur fingið eina góða byrjan undir nýggja venjaranum, spaniólanum Juande Ramos. Tottenham hevur ikki tapt undir leiðslu av Ramos, og mugu teir sigast at vera eitt slag av favoritti, ímóti einum West Ham liði, ið liggur sum nummar tíggju á stigatalvuni.