Fríggjanáttina hevur verið innbrot í ein skúr í Tórsbyrgi í Havn, har brennivín er stolið.
Løgreglan arbeiðir við málinum, men hevur enn ikki fingið fatur á tí ella teimum, sum hava framt innbrotið, men tey hava onkran í kykaranum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Í gjárkvøldið um áttatíðina varð boðað frá innbroti í einum báti í Klaksvík, har display til ekkolddið varð stolið úr bátinum.
Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt. Okkurt keglarí var, men tað gekk væl í mun til, hvussu nógv fólk var í býnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, tá hann koyrdi úr høvuðsstaðnum í morgin klokkan 6:30. Hann varð handtikin, blóðroynd tikin, skuldsettur og latin leysur aftur.











