Elsa, Vár og Lív vunnu føroyingauppgerðina

Fýra føroyingar vóru á vøllinum í dystinum millum Ajax og Ejstrup/Hærvejen

Mynd: Ajax

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum ígjár.

 

Elsa Egholm, Lív og Vár Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax tóku á heimavølli móti Rannvá Olsen og hennara liðfeløgum í Ejstrup/Hærvejen.

 

Ajax vann dystin 35-30. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.

 

Elsa skoraði fýra mál, meðan Lív, Vár og Rannvá skutu eitt mál hvør.

 

Ajax fer at halda jól- og nýggjársferiu á fimta plássinum, har tær hava 12 stig fyri 10 dystir. Ejstrup/Hærvejen er nummar átta í deildini við níggju stigum. 

 

Annað vikuskiftið í januar tørna liðini til aftur. Ajax við útidysti móti Ydun, og Ejstrup/Hærvejen við útidysti móti Søndermarken. 

 

Mynd: Ajax