Venezuelanska stjórnin fordømir, at USA hevur lagt hald á eitt oljutangaskip út fyri landsins strond.
Tað stendur í eini fráboðan, sambært tíðindastovuni Reuters.
Venezuela lýsir tøkuna sum eitt álvarsligt mál um altjóða sjórænaravirksemi.
Tøkan fór fram leygardagin í altjóða sjógvi út fyri strondini í Venesuela. Hetta er aðru ferð í eina viku, at USA leggur hald á eitt oljutangaskip nærhendis Venesuela.
– Venezuela fordømir og avvísir stuldur og ræning av einum øðrum privatum skipi, sum flytur olju, umframt tvingsilstøkuna av manningini, sum amerikansk herfólk hava framt í altjóða sjógvi, stendur í fráboðanini.
Stjórnin í Venezuela sigur eisini, at hendingin verður fráboðað trygdarráðnum hjá ST, øðrum multilateralum felagsskapum og stjórnum.
Tøkan av einum tangaskipi leygardagin hendir, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, gav boð um blokkadu ímóti øllum oljutangaskipum undir revsitiltøkum, sum føra olju úr Venesuela.
Sambært tíðindastovuni AFP hevur varaforsetin í Venezuela, Delcy Rodriguez, eisini úttalað seg um málið.
– Hesar gerðir fara ikki at ganga órevsaðar, skrivar hon í fráboðan á sosialu miðlunum.
– Tey, sum hava ábyrgdina av hesum álvarsomu hendingum, verða førd til svars fyri rættinum og søguni fyri sínar revsiverdu gerðir.
Nógv av skipunum, sum heinta olju úr Venesuela, eru undir revsitiltøkum.
Sambært Reuters hevur bretska felagið Vanguard, sum fæst við maritimar váðametingar, boðað frá, at skipið, sum hald varð lagt á leygardagin, verður hildið at vera skipið "Centuries", sum sigldi undir panamanskum flaggi.
Ein ónevndur amerikanskur embætismaður sigur eisini við amerikanska miðilin CNN, at skipið sigldi undir panamanskum flaggi - og at tað als ikki er undir revsitiltøkum.
Sama frágreiðing kemur frá Jeremy Hubbard, advokati í Washington D.C. og fyrrverandi kanningarstjóra á Skrivstovuni fyri eftirlit við útlendskum ognum, OFAC, undir amerikanska fíggjarmálaráðnum.
– At lagt hald á eitt skip, sum ikki er sanktionerað av USA, merkir eina framhaldandi eskalering av trýstinum hjá Trump á Venezuela, sigur Paner.
/Ritzau/











