Brynja Høj leingir sáttmálan við Stjørnuna

Brynja Høj hevur verið ein góður styrkur

Mynd: Stjørnan

Stjørnan skrivar á facebookvanga sínum:

 

- Vit eru fegin um kunngera at Brynja Høj heldur áfram í Stjørnuni. Royndi strikuspælarin kom til okkara í desembur í fjør, og hevur hon styrkt hópin munandi.

 

Brynja sigur sjálv, at hon er spent til komandi kappingarár, og sær hon møguleikar fyri at Stjørnan kann gerast ein størri avbjóðari til ovaru plássini í SMS kappingini - av tí at hópurin er væl breiðari komandi kappingarár. Skrivar Stjørnan.

 

Mynd: Stjørnan