Hermann spyr um framtíðina hjá Sjónámi

Løgtingsmaðurin Hermann R. Samuelsen hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, skrivligan fyrispurning um støðuna og framtíðarætlanirnar hjá Sjónámi í Klaksvík.

Hermann R. Samuelsen hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum spurningar um leiðslu og framtíðarætlanirnar hjá Sjónámi í Klaksvík.

Í fyrispurninginum spyr hann, hví ikki er lýst eftir nýggjum leiðara til skúlan, eftir at fyrrverandi leiðarin legði frá sær, og ein fyribilsleiðari varð settur.

 

Hann vil eisini vita, um ætlanin er at seta nýggjan leiðara, og hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur fyri framtíðar virksemi og leiklut hjá Sjónámi.

 

Í viðmerkingunum vísir Hermann R. Samuelsen á, at Sjónám er ein landsstovnur, sum veitir maritimar útbúgvingar, og at skúlin hevur djúpar røtur í Klaksvík.

 

Hann staðfestir, at tað hevur vakt undran, at eingin almenn lýsing hevur verið eftir nýggjum leiðara, hóast leiðaraskifti hevur verið á stovninum.

 

Sambært løgtingsmanninum eru eisini søgur um møguligar broytingar í teimum útbúgvingum, sum Sjónám bjóðar út.

 

Hermann R. Samuelsen sigur, at hetta setir spurningar um framtíðar virksemi, bygnað og leiklut hjá Sjónámi.

 

Tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fyri stovnin í komandi tíð.

 

Hermann R. Samuelsen hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum spurningar um leiðslu og framtíðarætlanirnar hjá Sjónámi í Klaksvík.