Ein dystur var í kvøld leiktur í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Við Løkin í Runavík eydnaðist tað B36 at vinna 1-0 á NSÍ. Ragnhild Magnusson skoraði sigursmálið, tá ein tími var leiktur av dystinum.
Talan er um annan sigurin hjá B36 hetta kappingarárið.
Í morgin vera tveir dystir leiktir. Klokkan 15 byrjar dysturin á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og Skála ÍF. Klokkan 18 byrjar dysturin í Sarpugerði millum Víking og HB.











