Á mangan hátt er okkara samfelag kalt.
Á mangan hátt loftar okkara vælferðarskipan ikki teimum, sum treingja tað mest.
Tá meirlutin hevur tað so gott, sum hann hevur tað í Føroyum, so verður minnilutin á botninum gloymdur og hevur ikki umboðan politiskt.
Tað verður væntað, at húsvill ung skulu klára øru kappingina á bústaðarmarknaðinum. Og ikki grenja!
Tað verður væntað, at fólk, sum strevast upp á tímaløn, skulu klára øra prísstøðið í samfelagnum. Og ikki grenja!
Tað verður væntað, at fólk, ið noyddust upp á fyritíðarpensjón, tiga um lága livistandardin og manglandi áhugan fyri teirra vælferð. Og ikki grenja!
Vit hava heimleys, rúsbundin ung og gomul, borgarar, sum ikki verða tald við í okkara samfelag.
Vit hava skapt hetta samfelagið, og tí kunnu vit broyta tað, so tey lægstu verða lyft upp.
Eingin grund er til at hjálpa teimum, sum standa ovast á stiganum. Vit hava skyldu at hjálpa teimum allarniðast.
Tað er vamlisligt at síggja høgraflokkarnar sleiska fyri teimum múgvandi og lova teimum enn tryggari kuvøsu, lægri skattir og fjálgari framíhjárættindi. Samstundis sum teir fyrigykla at leggja ein lort í verkamannafólk og onnur á lægstu rókum.
Tey ríku skulu nokk klára seg.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm
Tjóðveldi










