Bumba frá seinna heimsbardaga stongdi náttarlívið í Hamburg

Í týska Sternschanze elvdi ein bumba, sum varð funnin í gjárkvøldið til, at barrir máttu seingjast og túsundtals fólk máttu evakuerast.

 

Stutt eftir midnátt boðaði sløkkiliðið frá, at bumban var desarmerað. - Mynd: Benjamin Haller/Ritzau Scanpix

Seint í gjár vórðu partar av náttarlívinum í týska býnum Hamburg stongdir og túsundtals borgarar vórðu fluttir úr húsum sínum, eftir at ein bumba frá seinna heimsbardaga varð funnin í økinum.

 

Hetta skrivar týska tíðindastovan dpa.

 

Bumban varð funnin á einum skúla, har byggiarbeiði fer fram.

 

Eftir at bumban varð funnin, varð týska sløkkiliðsverkið kallað inn til eitt "stórt átak".

 

Túsundtals fólk í Sternschanze-økinum vórðu flutt burtur frá húsum sínum, meðan løgreglan bað fólk fara av matstovum og skeinkistøðum í økinum.

 

Stutt eftir midnátt boðaði sløkkiliðið frá, at bumban var gjørd óskaðilig.

 

Løgreglan í Hamburg boðaði tíðliga sunnumorgunin frá, at avmarkingarnar, sum stóðust av arbeiðinum hjá brunaumsjónini, stigvíst eru settar úr gildi.

 

Tað er ikki greitt, um íbúgvarnir í Sternschanze enn kunnu venda heim aftur.

 

##med2##

 

Men tokferðslan til og frá støðini í Sternschanze er framvegis ávirkað, sæst. Tað plagar at vvera nógv ferðsla um støðina um vikuskiftið.

 

Tað er ikki óvanligt, at ósprongdar bumbur frá seinna heimsbardaga verða funnin í Týsklandi.

 

Tær flestu - eins og bumban, sum varð funnin í Sternschanze - verða desarmeraðar uttan at gera nakran skaða.

 

Í juli í fjør varð ein 500 kilo tung bumba funnin í eystara parti av Berlin, sum eisini stavar frá seinna heimsbardaga.

 

Eisini her vórðu túsundtals fólk flutt burtur, áðrenn bumban varð desarmerað.

 

Tað var ein russisk bumba. Tað er ikki upplýst, júst hvaðani bumban, sum varð funnin leygarkvøldið, verður hildin at hava sín uppruna.

 

/Ritzau/

 

Stutt eftir midnátt boðaði sløkkiliðið frá, at bumban var desarmerað. - Mynd: Benjamin Haller/Ritzau Scanpix

Tað er ikki óvanligt, at ósprongdar bumbur frá seinna heimsbardaga verða funnar í Týsklandi. - Mynd: Benjamin Haller/Ritzau Scanpix