Bumbuálop fyrsta dagin hjá nýggju stjórnini í Kolumbia

Nýggi forsetin í Kolumbia hevði sitið í embætinum í minni enn eitt samdøgur, tá tvey bumbuálop raktu landið. Ein løgreglumaður doyði, og fleiri vórðu særd.

Tvey bumbuálop raktu Kolumbia tíðliga leygarmorgunin lokala tíð, samstundis sum nýggi forsetin, Abelardo de la Espriella, júst hevði tikið við embætinum.

 

Sambært herinum brúktu uppreistrarfólk úr Farc spreingievni til at oyðileggja eitt gjaldsstøð á einum motorvegi nærindis Cali. Tveir trygdarvørðar fingu minni skaðar.

 

Umleið 1.000 kilometrar haðani varð ein løgreglumaður dripin í einum øðrum álopi í Cesar-landslutinum. Har rakti ein drona við spreingievni eina løgreglustøð.

 

Enn er eingin illgruni alment vendur móti ávísum persónum fyri seinna álopið.

 

Abelardo de la Espriella tók við sum forseti fríggjadagin. Hann hevur boðað frá munandi harðari politikki mótvegis vápnaðum bólkum enn undanmaðurin Gustavo Petro.

 

– Tað verður einki friðskjól, eingin lin viðferð og einki revsifrælsi, skrivaði forsetin á X eftir álopini.

 

Í valstríðnum lovaði De la Espriella at berjast ímóti tí, hann nevnir »narkoyvirgang«, uttan náði og at steðga friðarsamráðingunum við vápnaðar bólkar.

 

Hann hevur eisini boðað frá ætlanum um stórfongsul eftir leisti úr El Salvador og um at herða hernaðarligu átøkini móti guerillabólkum og rúsevnahandli.

 

RITZAU/AFP