Aki Bertholdsen
Tað heldur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum. Á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum vónaði hann at fáa onkrar grindir at merkja í ár.
Og nú Sea Shepherd hevur boðað frá, at tey verða í Føroyum í heilar fýra mánaðir í ár, verða tað kanska onkrar grindir, sum fáa frið, legði hann skemtiliga afturat.
Hann sigur, at vanliga hava tey mest fingist við at telja hval. Men endamálið við at merkingunum nú, er at royna at staðfesta, hvussu stórt økið er, vit fáa okkara grindir úr.
– Tað er sera týdningarmikið at staðfesta, tí vísir tað seg, at grindirnar, vit drepa, koma úr einum ógvuliga lokalum stovni beint rundan um Føroyar, er tað ivingarsamt, hvussu burðardygt grindadrápið er.
Men er talan um eitt stórt økið um alt Norðuratlantshav, ella størri, er myndin ein heilt onnur.
– Tá ið vit merkja grind, er tað sostatt eitt lið í royndunum at tryggja, at okkara grindadráp er burðardygt.
Bjarni Mikkelsen vísir á, at næsta ár er eisini ætlanin at telja hval. Men tað er ikki so nógv endamál í sær sjálum at vita, hvussu nógv er til av grindahvali. Tað, sum er avgerandi er, úr hvussu stórum øki, tær grindir, vit drepa, koma úr.
– Tá ið vit vita tað, er ætlanin at kanna neyvt, hvussu stórur stovnurin er í akkurát tí økinum, vit fáa okkara grind, sigur Bjarni Mikkelsen.
Hann sigur, at fyri at okkara grindadráp skal vera burðardygt, skal stovnurin vera einar 100.000 hvalir fyri at bera tað, vit taka burtur av.
– Eftir teimum teljingum, sum eru gjørdar, eru ongar reyðar lampur, sum blinka. Men tað er týdningarmikið at finna vísindalig prógv fyri hesum, sigur lívfrøðingurin.
Hann sigur, at Náttúrugripasavnið hevur merki á goymslu, og tey hava fígging tøka til útvega fleiri merkir. Sostatt hann heitir á grindamenn um at siga frá, um so er, at ein grind verður funnin, sum kann latast til vísindaligt endamál.