Búrhandilin verður 170 ár

- Hóast tíðin ikki stendur í stað, og umstøðurnar við Sandoyartunlinum eru broyttar, er tørvurin á einum bygdarhandli framvegis stórur, serliga fyri tey, sum ikki hava møguleika at ferðast langt

Hin 13. mai í ár verður Búrhandilin í Skopun 170 ár.

 

- Búrhandilin hevur verið ein trúfastur partur av bygdarlívinum í Skopun øll hesi árini. Søgan gongur heilt aftur til 1856, og síðan tá er handilin gingin í arv. Í dag er tað Kristoffer Poulsen, sum eigur og rekur handilin saman við Karini Norðberg Eið. Sostatt er tað fimta ættarliðið, sum nú rekur handilin.

 

Soleiðis verður greitt frá á Facebook-vanganum hjá Samkeyp.

 

- Øll hesi árini hevur Búrhandilin verið nógv meira enn bara eitt stað at fara til handils. Hann hevur verið eitt natúrligt savningarstað, har fólk hittast, práta og fylgja við í tí, sum gongur fyri seg í bygdini, í oynni og kring landið.

 

Og lagt verður aftrat:

 

- Her verða bæði stór og smá mál umrødd og nógv av tí, sum fyllir í gerandisdegnum, fær sítt pláss í einum práti yvir diskin.

 

Men tíðirnar broytast.

 

##med2##

 

- Tá Sandoyartunnilin kom, gjørdist tað lættari hjá fólki at leita sær til Havnar at keypa, og hetta hevur givið nýggjar avbjóðingar. Kortini er tørvurin á einum bygdarhandli framvegis stórur, serliga fyri tey, sum ikki hava møguleika at ferðast langt.

 

Eldra ættarliðið setur stóran prís upp á hendan møguleikan.

 

Búrhandilin røkkur víða.

 

- Fólk úr grannabygdum og eisini úr oyggjum sum Hesti og Skúvoy venda sær til Búrhandilin. Hetta vísir, hvønn týdning handilin hevur – ikki bara fyri Skopun, men fyri eitt størri øki.

 

At enda verður sagt, at Búrhandilin ikki bara er ein handil, men eisini ein tryggleiki fyri oyggjarfólkið.