Tveir dystir eru í dag leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann Neistin greitt 30-22 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru neistamenn á odda 15-10.
Jens Pauli Poulsen var við átta málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Við fimm málum var Gilli Reginsson toppskjútti hjá Neistanum.
Í høllini á Hálsi í Havn vunnu verandi meistararnir, Kyndil stórsigur 34-23 á VÍF. Í steðginum vóru kyndilsmenn frammanfyri 17-13.
Ovi Lützen var við sjey málum toppskjútti hjá Kyndli. Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF, somuleiðis við sjey málum.
Ígjár vann H71 32-27 (17-15) á StÍF í høllini á Skála.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá dystunum Team Klaksvík-Neistin og Kyndil-VÍF:
##med2##
##med3##